Tá vit týsmorgunin fingu orðið á Ingigerð á Trøðni á Kunningarstovuni í Havn, hevði hon úr at gera, við at leggja seinastu hond á skránna til mentanarnáttina. Hon gav sær tó stundir at greiða okkum frá um tiltakið.
Alsamt vaksandi
Ingigerð sigur, at fyrsta mentanarnáttin varð hildin í 2001, og hon gekk fyrimyndarliga væl. Síðani tá er tiltakið bert voksið ár um ár, men í fjør vaks tað heilt nógv.
? Tað vóru nógvir handlar, sum ikki vóru við fyrstu árini, men sum síðani hava tikið avgerð um at vera við. Tað koma so nógv fólk í býin bæði úr Havn og av bygd, og tað er synd, um tey ætla sær inn í ein ávísan handil og so koma til stongdar dyr, greiðir Ingigerð frá.
Men eisini mentanarligu ískoytini gerast fleiri í tali.
Hon sigur, at umframt føroyingar hava ferðafólkini tí eisini stóra gleði av mentanarnáttini.
? Tey flestu koma higar at uppliva náttúruna og mentanina. Tey plaga at nýta dagarnar úti í náttúruni, men um kvøldið er ikki so nógv at fara til. Á mentanarnáttini kunnu tey síggja sera nógv ymiskt, sum tey annars ikki høvdu havt høvi til, sigur Ingigerð.
Eitt sindur av hvørjum
Spurd, um tað ikki er vandi fyri, at tiltøkini gerast ov nógv í tali, svarar Ingigerð, at tey hava tosað um tann trupulleikan.
? Vit hava havt spurningin á lofti, um alt skal verða loyvt, soleiðis, at miðbýurin verður ein stórur hurlivasi nakað sum á ólavsøku. Men enn hava vit ikki sagt nei við nakran, sum hevur ynskt at vera við, vísir hon á.
Eisini í ár eru nøkur nýggj tiltøk løgst afturat.
? Amtmannsgarðurin verður opin fyri almenninginum, Westward Ho, sum júst er afturkomin, verður við, og so er nýggja miðlahúsið eisini komið í býin síðani seinastu mentanarnátt, og har verður okkurt á skránni, greiðir Ingigerð frá.
Hon sigur, at tey sjálvandi royna at leggja seg eftir at hava fleiri ymisk tilboð, sum svara til allar aldursbólkar, men av tí, at tiltakið liggur um kvøldið og um náttina, eru tiltøkini til børn nakað avmarkað.
? Fólk av brandstøðini koma oman í býin við bilunum, og tað plagar at dáma børnunum væl. Og so hevur musikkskúlin eisini staðið fyri nøkrum áhugaverdum tiltøkum fyri bæði stór og smá. Men tað mesta er nokk fyri tey vaksnu, sigur Ingigerð.
Mentanarnáttin verður sett fríggjakvøldið 3. juni kl. 18.00 í gamla kommunuskúlagarðinum.
Tiltøkini, sum kunningarstovan hevur við at gera, enda við eini konsert kl 23.00 somuleiðis í gamla kommunuskúlagarðinum.
? Men, sum Ingigerð á Trøðni sigur, ? Fleiri av hinum tiltøkunum plaga at halda fram inntil langt eftir tað.










