Í ár verður hátíðarløtan í Løkshøll í Runavík mikukvøldið 13. januar kl 19.00.
Av tí, at áskoðaratalið má avmarkast fyri at fylgja tilmælunum, verður tiltakið í ár bara fyri innbodnum. Men almenningurin kann fylgja við í Kringvarpinum, sum sendir beinleiðis frá Løkshøll bæði í útvarpinum og sjónvarpinum.
Tríggjar virðislønir verða handaðar komandi mikukvøld:
- Mentanarvirðisløn Landsins, sum er 150.000 kr. Hon verður latin fyri at heiðra føroyskt mentafólk sum tøkk fyri útint listarligt avrik.
- Heiðursgáva Landsins, sum er 75.000 kr. Hon verður latin fyri at hava virkað til frama fyri mentanarlig virði, sum hava týdning fyri føroyska mentan, list og mentanararv.
- Serstaka virðislønin, sum er 50.000 kr. Hon kann eftir landsstýrismansins egnu avgerð latast listafólki, mentafólki ella felagsskapi, sum hevur virkað til frama fyri mentanarlig virði, sum hava týdning fyri føroyska mentan, list og mentanararv.
Hesar somu virðislønirnar vórðu eisini handaðar í fjør. Tá fekk Hanus G. Johansen mentanarvirðisløn landsins, Simme Arge Jacobsen fekk heiðursgávu landsins og forlagið Leirkerið fekk serstøku virðislønina.
Sum siðvenja er, verða nøvnini á teimum, sum fáa virðislønirnar, ikki kunngjørd, fyrr enn tá virðislønirnar verða handaðar.
Mentanarvirðisløn Landsins hevur verið latin síðani 1998. Talan er um tvær høvuðsvirðislønir, sum verða latnar hvørt ár, tó eru nøkur undantøk, har virðislønir ikki eru latnar. Mentanarvirðisløn landsins er á 150 000 krónur, heiðursgáva landsins er á 75 000 krónur. Av og á verður ein triðja virðisløn latin, hon kann vera til ungt listafólk ella til onkran annan serligan bólk av listarfólki og er á 50 000 kr.
Sømdargáva landsins er í løtuni 20 000 krónur, sum verða latnar mentafólki soleiðis, at tey fáa upphæddina útgoldna einaferð um árið restina av lívinum. Virðislønin verður latin sambært kunngerð soleiðis:
Landsstýrismaðurin veitir eftir tilmæli frá nevndini lívslanga heiðursgávu, nevnd sømdargáva, til navngivið listafólk, so leingi viðkomandi er á lívi.
Til tess at fáa sømdargávu skal listafólkið hava útinnt listarligt avrik, ið verður mett at hava týdning fyri samtíð og framtíð. So hvørt listafólk fer úr skipanini, skal støða takast til, um annað listafólk eigur at fáa lívlanga sømdargávu.
Hesar heiðurslønirnar verða givnar uttan umsókn, sum ein viðurkenning av føroyskum listafólki.
Hesi hava fingið Mentanarvirðisløn landsins er á 150.000 kr:
2019 – Hanus G. Johansen
2018 – Bárður Jákupsson
2017 – Barbara í Gongini
2016 - Rúni Brattaberg
2015 - Annika Hoydal
2014 - Tórbjørn Olsen
2013 - Tróndur Patursson
2012 - Tóroddur Poulsen
2011 - Jóanes Nielsen
2010 - Sunleif Rasmussen
2009 - Kári Leivsson (Kári P.)
2008 - Ebba Hentze
2006 - Zacharias Heinesen
2005 - Tita Vinther
2004 - Ongin virðisløn latin
2003 - Hanus Kamban
2002 - Gunnar Hoydal
2001 - Eyðun Johannessen
2000 - Ingálvur av Reyni
1999 - Jens Pauli Heinesen
1998 - Regin Dahl
Hesi hava fingið Heiðursgávu landsins er 75.000 kr:
2019 – Simme Arge Jacobsen
2018 – Astrid Andreasen
2017 – Frits Johannesen
2016 – Steinprent
2015 – Jákup Pauli Gregoriussen, arkitektur
2014 - Tey av Kamarinum
2013 - Árni Dahl[
2012 - Marianne Clausen
2011 - Kristian Blak
2010 - Jonhard Mikkelsen
2009 - Laura Joensen
2008 - Martin Tórgarð
2007 - eingin heiðursgáva latin
2006 - Jógvan Isaksen
2005 - Emil Juul Thomsen
2004 - eingin heiðursgáva latin
2003 - Ólavur Hátún
2002 - Axel Tórgarð
2001 - Fuglafjarðar Sjónleikarafelag
Hesi hava fingið Virðislønin til ungt listafólk, sum er 50.000 kr:
2019 – Ongin virðisløn latin
2018 – Búi Rouch, dansari
2017 – Konni Kass, songkvinna og sangskrivari.
2016 - Anna Malan Jógvansdóttir, rithøvundur
2015 - Andrias Høgenni, Filmsleikstjóri
2014 - Mathias Kapnas
2013 - Trygvi Danielsen
2012 - Silja Strøm
2011 - Sakaris Stórá
Aðrar heiðurslønir frá Mentamálaráðnum
Sømdargáva landsins er ein árlig upphædd á 20.000 kr., sum verður latin restina av lívinum; sum hesi hava fingið:
2015 - Alexandur Kristiansen
2014 - Oddvør Johansen
2014 - Katrin Ottarsdóttir
2012 - Ebba Hentze
2012 - Hanus G. Johansen
2012 - Guðrið Poulsen
Fyrr hava hesi fingið sømdargávu landsins:
Óli Petersen
Hanus Kamban
Rói Patursson
Zacharias Heinesen
Tróndur Patursson
Bárður Jákupsson
Málrøktarvirðisløn Landsins
2010: Jóhan Hendrik Winther Poulsen
Hesi hava fingið serstaka virðisløn:
2019: Forlagið Leirkerið við brøðrunum Zacharias Zachariasen og Flóvin Tyril
2006: Jón Hilmar Magnússon
2001: Ebba Hentze