Lokale og Anlægsfonden hevur játtað at stuðlað nýggja mentanarhúsinum í Klaksvík við 9 milliónum krónum, boðar grunnurin frá í tíðindaskrivi í dag.
Tað er gamla Posthúsið, sum verður gjørt til eitt nýmótans og fólkaligt mentanarhús. Húsið skal hýsa virkseminum hjá millum øðrum Norðoya listafelag, Klaksvíkar sjónleikarafelag, Klaksvíkar hornorkestri og Dávavirkinum.
Ætlanin er, at mentanarhúsið í Klaksvík skal verða landsins sørsta og bæði virka sum eitt mentanarligt møtistað hjá býnum og vera íblástur fyri restina av landinum.
Pláss skal vera fyri 300 áskoðarum í salinum, sum skal brúkast bæði til stórar, professionellar framførslur og til skúlaframførslur. Eisini er ætlanin at bleytari ítriv, sum yoga, skulu hava pláss í mentanarhúsinum.
Býráðssalurin skal eisini liggja í nýggja mentanarhúsinum, sum eisini skal hýsa ráðstevnum, fyrilestrum og undirvísing, samstundis sum ein kafé verður í húsinum, har lokal listafólk kunnu sýna verk síni fram.
Tað er Ósbjørn Jacobsen og felagið Henning Larsen North Atlantic, sum hava teknað húsið. Prísurin verður 45 milliónir krónur, og Klaksvíkar kommuna fíggjar sjálv 20 milliónir krónur.