Mikudagin 26. november skipar Mentanarhúsfelagið í Runavíkar kommunu fyri almennum borgarafundi í Runavíkar kommunuskúla
Mentanarhúsfelagið, varð endurstovnað í 2002 og hevur síðani miðvíst arbeitt fyri at fáa Mentanarhús í kommununi. Hetta verður nú veruleiki, við at aula verður bygd upp í Runavíkar kommunuskúla, og hesin parturin av skúlanum kemur at virka sum Mentanarhús. Húsið verður væntandi klárt at taka í nýtslu fyrst í komandi árið.
Mikudagin 26. november skipar Mentanarhúsfelagið í Runavíkar kommunu fyri almennum borgarafundi í Runavíkar kommunuskúla. Fundurin verður í A-lonini á bygninginum (suður síða) kl. 19.30
Øll eru vælkomin, bæði einstaklingar og fyritøkur.
Á skránni verður kunning um Mentanarhúsið, bæði hvat tað skal brúkast til, og hvussu arbeiðið við húsinum skal skipast.
Til at greiða frá arbeiðnum at fáa Mentanarhúsið, verða nevndarlimirnir til staðar, umframt at aðrir persónar, sum hava arbeitt við verkætlanini eisini eru tøkir. Harumframt fáa borgarnir møguleika at tekna seg sum lim í Mentanarhúsfelagnum.