Nevndin í Mentanargrunni Landsins hevur gjørt av at lata fýra fólkum starvslønir til listarligt og mentanarligt arbeiði
í ár Jóanes Nielsen, rithøvundur, fær starvsløn í trý ár, og Marianna Mørkøre, sniðgevi, Rannvá K. Justinussen, listakvinna, og Marianne Clausen, granskari, fáa starvsløn í seks mánaðir.
Harumframt hevur grunnurin latið 36 listafólkum og rithøvundum starvslønir í tilsamans 85 mánaðir.
Samanlagt 115 mánaðarlønir fyri slakar 2,6 milliónir krónur eru latnar til týðingar og listaligt og mentanarligt arbeiði.
Tvær umsóknir um íverksetarastuðul eru eisini játtaðar. Vígdis Petersen og Edward Fuglø fingu 75.000 krónur í part.