Mentanardagur í Klaksvík leygardagin

Sangur, tónleikur, frmsýningar og annað, er á skránni, tá ið Team Klaksvík bjóðar til mentanardag

 

 

Seinnapartin leygardagin og nakað út á kvøldið, verður Badmintonhøllin í Klaksvík karmur um ein ókeypis mentanardag.

Tað er hondbóltsfelagið Team Klaksvík sum stendur fyri tiltakinum.

 

Á skránni er listaframsýning og livandi tónleikur, umframt at tað ber til at hitta rithøvundarnar

fara rithøvundar at Archibald Black, Jóhonnu á Tjaldrafløtti og Elisabeth Akursmørk

 

Tey, sum fara at syngja og spæla, er Pætur við Keldu, Hans Hjalti Skaale og Elinborg Pálsdóttir og við á mentanardegnum verður eisini Verkstaðurin á Brekku við ymsum, tey hava evnað til

 

Tey listafólk, sum fara at sýna fram, eru  Pól Skarðenni, Livar Nysted, Elisabeth M. Pálsdóttir, Maria Mørkøre, Eydna Steinberg, Anna Mohr, Berit Norðoy Vilhelmsen, Hans Juul Nystrøm Hansen, Maria Lützen og Hanus Lind Sørensen.