Mentanardagarnir eru settir

sí sjónband

Nú eru Mentanardagarnir í Fuglafirði farnir av bakkstokki. Mentanardagar verða í Fuglafirði í døgunum, 30. august til 4. september, og her verður fokus sett á tað, sum fuglfirðingar rópa tilfeingismentan.

 

 

 

 - Á mentanardøgunum í Fuglafirði bjóða vit eina rúgvusmikla og forvitnisliga skrá við eitt nú framsýningum, upplestri, matstovuupplivingum, verkstøðum, barna-og familjutiltøkum, konsertum, sjónleiki, harmonikutónum og slupptúrum við góðbitum - bert fyri at nevna nøkur ting úr rúgvuni.

 

 

 

Tað sigur mentanarleiðarin hjá Fuglafjarðar kommunu, Rønn Eliasen.