Mentanardagar í Sunda kommunu

Um bert fáar dagar byrja mentanardagarnir í Sunda kommunu.

 

Í døgunum 14. - 24. septembur verða mentanardagar í Sunda kommunu, og nógv spennandi stendur á skrá aftur í ár.

 

Hetta verða nakrir dagar fyri bæði stór og smá, við millum annað setan, felags morgunmati, Bubu, skúmveitslu, perlucafé, kondibingo, bátatúri, sangframførðslum, fjallatúri, kelvarenning, søluframsýning, kassabilakapping og nógvum øðrum góðum upplivingum, skrivar sunda.fo.

 Um ein ynskir at síggja skránna longu nú, so er at trýsta her