Føroyingar í Keypmannahavn hava eisini møguleika at sleppa til flaggdagshald leygarkvøldið í Føroyahúsinum. Soleiðis sær skráin út sambært Facebook-síðuni hjá Føroyahúsinum:
?Skrá fyri Mentanarbit 2010
17.30 Dyrnar lata upp, Lea Kampmann spælir
18.00 Barrin og køkurin letur upp. Fiskasúpan og breyð til keyps í barrini
18.10 Vælkomin
18.20 Birgar Larsen greiðir frá um Tutl í Keypmannahavn
18.40 Heiðrik á Heygum greiðir frá um sítt virki og um filmin Aldur
19.00 Filmurin Aldur verður vístur
19.20 Knút spælir
19.50 Vónbjørt Vang greiðir frá um bókina Buzz Aldrin og um forlagsvirksemi, í samband við forlagið Eksil
20.15 Katrina Petersen spælir
20.45 Jógvan Isaksen, Hvussu skrivar mann eina krimi?
21.15 Andreas Valdivia, spælir
21. 50 Viktor Kingo, spælir
22.15 Jógvan Óli Ellingsgaard, spælir
22.45 Merkið-cupcakes, kaffi og the til sølu
23.15 Leiklista-installatión, Entering Vulva við leikbólkinum HUÐRAR
23.40 Lutaseðlarnir verða drignir
00.00 Óli Breckmann heldur flaggdagsrøðu
00.30 Sjá tú blánar
00.50 Fróði Hansen við bólki
02.00 SLUT?
Kostnaður er 30 kr. fyri alt tiltakið. Atgongumerkið er samstundis ein lutaseðil, har høvið verður at vinna eitt atgongumerkið til G!-festivalin.