»Mentan« við mati og ferðing

So er ískoytisblaðið Mentan aftur í vikuskiftisSosialinum. Og í góðum summarhýri varpar Mentan hesuferð serliga ljós á mat og ferðing.

So er ískoytisblaðið Mentan aftur í vikuskiftisSosialinum. Og í góðum summarhýri varpar Mentan hesuferð serliga ljós á mat og ferðing.

 

Stór samrøða er við Birgir Enni um at hava matstovu umborð og um tað fantastiska spískamar, vit eiga. Helgi Jacobsen skrivar saltfiskahugleiðing úr sponskum egningarskúri, og Katrin Petersen hevur saman við bóndum í Sandoy vitjað grønmetisbøndur í Hetlandi og Noregi og hevur í hesi Mentan greinarøð um at dyrka grønmeti í føroyskum veðurlagi og um virðið í mati, sum ikki ferðast.

 

Harumframt hevur Hanus Kamban ferðafrásøgn úr London, um Victor Hugo, Keypmannin í Venesia og Cameron, sum vann valið. Og um rættvísi og miskunn. Eitt bókaummæli er eisini við í hesi Mentan. Tað er Lydia Didriksen, sum ummælir bókina Tyskland er et land for voksne, sum viðger seks týskar mentanarbýir.

 

Barnasíðan og bókasavnssíðan eru á tremur við uppskotum til summarlesnað, og so eru tveir aðrir brellbitar til heimliga feriuna: prát við listkonurnar handan stórslignu summarframsýningina The Weather Diaries í Norðurlandahúsinum og prát við Mariannu Hoydal, sum júst hevur týtt stóru suðuramerikansku skaldsøguna 100 ára einsemi eftir Garbriel Garcia Marquez.