Mentan sum útflutningsvinna

Eitt sindur um samleika og mentan
Vit savnast á vaglinum í Havn á ólavsøku; samsint og við tokka til hvønn annan. Vit syngja føroyskar sangir á hesum sjáldsama tátti, ið vit rópa midnáttarsangur. Hetta eitt serfyribrigdi fyri Føroyar. Tað er m.a. okkara serstøku tættir, mál og mentan, sum ger, at unga fólki vendur heim aftur til Føroya eftir lokið ørindi í útlegd.
Hetta er ikki bert tjóðskapar romantikkur. Nei, hetta er orsøkin til, at vit framvegis eru her. Vit kenna okkum einans heima her. Og tað er tí, at her, ið vit eru fostraði og skúlaði, er øðrvísi enn aðrastaðni í heiminum.
Men um alt bara skal snúgva seg um individuelt ómaksloysi og njótilsi, so missa vit felagsskapin, okkara samleika, tað at hoyra til og kenna seg heima. Um fokus á persónlig vælferð yvirskuggar alt annað, vil samhaldsfesti og tann ábyrgdarkensla, ein eigur at kenna fyri fosturlandi og landsfólki, verða burtur. Og tá vilja øll onnur lond tykjast betur við teirra møguleikum og fjølbroytni, og soleiðis kann hetta viðvirka til vantandi fólkavøkstur, sum nú er vorðin ein trupuleiki. Tí er tjóðskaparkensla og serstøk føroysk mentan ikki bert romantikkur; tað er samleiki og lívsinnihald, gevur meining og kensluna av at hoyra einum ávísum staði og fólki til. Tá hevur tú eitt heim, ístaðin fyri altíð at kenna teg sum gest, har tú býrt.

Mentan og politikkur
Mentan her á landi verður ov ofta sæð sum frítíðarítriv hjá einum minniluta av fólkinum í Føroyum, ið fær stuðul til sítt ítriv. Mentan má síggjast meira sum ein umboðandi og mennandi eind í Føroyum og av føroyingum. Eisini skal mentan síggjast sum ein vinna eins og t.d. ferðavinnan – ein vinna, sum útlendingar hava áhuga í at keypa ella gera íløgur í.
Á sama hátt sum fjølmiðlarnir verða sæddir sum tað 4. statsvaldið, kann mentan síggjast sum eitt 5. statsvald, av tí at mentan ofta endurspeglar samtíðina og provokerar og kritiserar, hevur viðmerkingar til og eftirlit við okkara sjálvsfatan, samleika, tendens til einsrættan, kollektivu samvitskuni, elvir til sjálvrannsøkn v.m.

Mentan er ikki bara vøkur ella áhugaverd. Mentan er sera týdningarmikil, vegna sín eginleika at endurspegla samtíðina – bæði tað ynskiliga, vakra, stolta, djarva og gleðiliga; eins og tað órættvísa, ljóta, keðiliga og smáborgarliga. Hetta eru ikki bert tóm orð og sjálvsøki rós til okkara mentan og okkum sjálvi. Hetta er veruleikin, um ein vil ásanna hann.
Latið okkum seta nøkur mál fyri mentanina. Hvat vilja vit við henni? Og fylgja tí upp við politikki og íløgum. Ein av størstu útflutningsvørunum í Svøríki er tónleikur. Hjá okkum kann tað verða t.d. myndlist, leiklist, tónleikur og bókmentir, sum kann gerast eitt nýtt "búskaparligt bein" at standa á.