Mentan úr trimum londum á einum staði

Gongst sum Odense kommuna ætlar, verður eitt felags norðurlendskt mentanarhús tikið í nýtslu her um fá ár.

- Vit hava longu fingið íslendskan og grønlendskan stuðul til ætlanina. Og nú vóna vit somuleiðis, at føroyingar vilja verða við, sigur Jan Boye, borgarstjóri í Odense.

 Í mong ár hevur Odense verið vinarbýur hjá Klaksvík. Sum skilst hevur hetta samstarvið verið báðum býum at gagni.

Nú er kortini líkt til, at hetta samstarvið verður víðkað munandi tey komandi árini, ikki bert millum býirnar báðar, men eisini við teir føroysku myndugleikarnar.

Ætlanin um eitt felags norðurlendskt mentanarhús í Odense hevur verið ávegis í eina tíð, men nú er arbeiðið komið so mikið langt, at hon verður løgd fram fyri stjórnirnar í londunum í Útnorðuri.

Í hesum døgum er nevniliga borgarstjórin Jan Boye og formaðurin Benny Nybo við fylgi á vitjan í Føroyum. Her skulu tey m.a. hitta varaløgmann og vinnumálaráðharra okkara, Bjarna Djurholm og tosa við hann um hesa ætlanina.

- Vit hava higartil møtt stórari vælvild. Grønlendingar stuðla hesum, og úr Íslandi hava vit longu fingið játtaðar 1 mió danskar krónur til byggingina, sigur borgarstjórin við Sosialin.

Í Odense er bæði eitt Grønlendingafelag, Íslendingafelag og eitt Føroyingafelag. Tí verður mett, at hetta er eitt rætt stað at leggja eitt slíkt mentanarhús.


Útvega fígging

Mangir føroyingar hava lisið og lesa í hesum triðstørsta býnum í Danmark. Umframt teir 1000 føroyingarnar, sum eru búsitandi her, verður mett at fólk úr eini 150 londum búleikast her.

Tey seinastu árini hevur ein skipað fyri ymiskum mentanarligum tiltøkum í býnum. Saknur hevur allatíðina verið í einum einstøkum staði, har hesi tiltøk innan mentan, ferðavinnu og framsýningar av ymiskum slagi kundu savnast.

Í dag er støðan hon, at økið er fingið til vega á havnarlagnum í Odense, samstundis sum ein arbeiðir við at útvega fíggingina til ætlanina sum væntandi fer at kosta einar 100 mió krónur.

Umframt tann mentanarliga partin er ætlanin at húsið skal kunna húsa teimum lesandi, har verður matstova og annars alt ið hoyrir við til eitt slíkt hús.

- Vit vænta at spakin verður settur í jørðina í 2009, og síðani fara helst at ganga eini trý ár til húsið stendur liðugt, sigur formaðurin fyri húsið, Benny Nybo.

Við vitjanini í Føroyum er ætlanin at kunna um byggingina, eins og eitt føroyskt umboð skal veljast í stýrið fyri húsið.