Mentan og havnarlag hittast í Odense

Aftur í ár er Norðuratlantshavið umboðað við tiltakið “Odense Havnekulturfestival”, sum verður um vikuskiftið.

Tað eru Norðuratlantisku feløgini í Odense - Føroyar, Ísland og Grønland – sum eru saman um hetta tiltakið sum fer fram í einum tjaldi á “Byens ؔ. Hetta er sama øki sum Norðuratlantiska mentanarhúsið verður bygt og ætlandi skal standa liðugt á heystið 2013.

Í ár verða ymisk listafólk og ymiskir tónleikarar frá teimum trimum norðurlendsku londunum. Leygardagin verður framløga av byggiætlanini av Norðuratlantiska mentanarhúsinum.

Fríggjadagurin er ognaður børnunum. Børn frá øllum dagstovnum í Odense Kommunu eru boðin til ein øðrvísi dag.

Í stóra tjaldinum verður høvið at hitta umboð frá Føroyingafelagnum í Odense, Íslendingafelagnum, Grønlendingafelagnum og Felagnum Norden, har kunnað verður um londini og arbeiðið hjá feløgunum.

Unga Hvalbiar gentan Eva Døgg Bragadóttir fer at syngja nøkur føroysk løg bæði leygardagin og sunnudagin.

Leygardagin verður grønlendski tónleikabólkurin hjá Nive Nielsen and the Dear

Children, at hoyra í “Kabyssuni” á Havnini í Odense og suunudagin verður møguleiki at ríða á Íslendskum rossum.

Tað er ókeypis atgongd til øll tiltøkini.