Mentan og familjan í hásæti

OYGGJASTEVNA Í summar er ætlanin at koyra eina ætlan av bakkastokki, sum ein vónar kann gerast eitt afturvendandi tiltak fyri alla Sandoynna.

Skálavík: Á einum fundi í farnu viku var fyrsta stigið tikið til ein Familju- og Mentanarviku sum skal verða um mánaðarskiftið mai/juni í ár.
Talan verður um eitt tiltak, hvørs endamál er at skapa betri trivnað, bæði fyri ung og gomul í oynni.
Nógv góð støð eru til at skipa fyri eini slíkari stevnu her, men mett verður kortini at best egnaða staðið á Sandoynni er í Skálavík.
- Skálavík hevur í dag allar teir karmar, sum skulu til fyri at skipa eina slíka mentanarviku, verður sagt.
Á einum felags fyrireikingarfundi í Deplinum í Skálavík varð tosað saman um hesa mentanarvikuna, sum ein ætlar at hava á hvørjum ári.
Til tess at samskipa ætlanina hava fyrireikararnir sett Poul Jákup Thomsen á Skarvanesi til hetta.

Hent átak
Tað var Skálavíkar kommuna sum hevði tikið stig til henda fyrireikandi fundin, har umboð fyri feløg og stovnar úr allari oynni vóru við.
Her vóru umboð fyri kommununa, Kunningarstovuna, Depilin, Kelduna, dansifeløgini, Kampingfelagið og fleiri einstaklingar við.
Semja var um, at hetta var eitt sera viðkomandi átak fyri oynna, og at staðið var væl valt. Her er gott havnarlag, kirkja og samkomuhús, stórt bygdarhús, FIFA-vøllur og haraftrat tann stóri og væl útgjørdi Depilin.
Mong ymisk tiltøk kunnu hugsast at vera á skránni við eitt slíkt tiltak, sum skal venda sær til allar aldursbólkar.
Dentur verður lagdur á, at viðkomandi tiltøk skulu skipast sum venda sær til allar aldursbólkar. Tí verða eisini fleiri tiltøk fyri tey sum eru farin um tey seksti.
Longu nú er greitt, at Familju- og Mentanarvikan í Skálavík endar við gudstænastu sunnudagin og fólkafundi í Núpsdali.
- Vit vóna, at fólk í allari oynni fara at taka væl undir við stevnuni, soleiðis at hetta kann gerast eitt afturvendandi tiltak, siga fyrireikararnir.
snorri@sosialurin.fo





GOTT STAÐ
Skálavík hevur allar teir karmar sum ein Familju- og Mentanarvika krevur. Tað skal standa sína roynd í summar