Mentan fyri 175 milliónir

Nýggja mentanarhúsið á Akureyri, Hof, hevði undanframførslu við NEATA-festivalinum. Húsið verður alment tikið í nýtslu í dag, og hevur kostað 3,5 milliardir íslendskar krónur

Tað var beint undan aldarmótinum, at íslendska stjórnin boðaði frá, at hon var sinnað at byggja fýra stór nýggj mentanarhús kring um í landinum, og bað kommunur boða frá, um tær vóru áhugaðar.
Akureyri á Norðurlandinum gjørdi skjótt av og segði stjórnini, at tey vóru avgjørt áhugað í at fáa eitt nýtt mentanarhús.
Akureyri sær seg sum høvuðsstaðurin uttan fyri høvuðsstaðin, og hevur eisini eitt ríkt mentanarlív, tó at tað ikki kann máta seg við Reykjavík.
- Tað er eisini munur á 140.000 íbúgvum og 17.500, sum vit hava her á Akureyri, sigur mentanarstjórin í býnum, Thorgnyr Dyrfjord.
Hann var til fyri trimum árum síðani mentanarleiðari á Akureyri, men so var tann stovnurin lagdur saman við ferðavinnu og marknaðarføring, og seinastu trý árini hevur hann so verið stjóri á samanlagda stovninum. Hann hevur sostatt verið við í verkætlanini um nýtt mentanarhús heilt frá byrjan í 1999.
- Vit hava eitt ríkt mentanarlív her á Akureyri. Tað er okkurt tiltak so at siga hvørja viku, og hvønn mánað er onkur nýggj frumsýning. Vit hava eisini bæði professionelt leikhús og professionelt operaorkestur, sigur Thorgnyr Dyrfjord.
Hann sigur, at settar verða upp umleið fýra sýningar gjøgnum sesongina, og millum fimm og sjey framførslur tilsamans um árið.
- Og tað er óvanligt fyri ein bý av hesari støddini, sigur mentanarstjórin.

Skíð og golf
Sum nevnt so strembar Akureyri eftir at verða førandi staðið uttan fyri Reykjavík, og teir hava eisini megnað at fingið nógv ferðafólk at koma á vitjan.
Stóru ferðafólka attraktiónirnar í økinum eru Mývatn og Dettifossur. Fyrrnevnda burdi ikki verið so væl umtókt, sum tað er, eftirsum vatnið er kent fyri sínar milliardir av mýggjabitum, sum navnið eisini ber boð um. Men kortini vitjað hópurin av ferðafólki har, og fleiri nýta eisini høvið at vitja í heita pottinum, sum fyri seks árum síðani læt upp á Mývatni.
Dettifossur er kraftmiklasti fossurin í Europa. Hann er 45 metrar høgur, 100 metrar breiður og tað renna ein meðal dag 193 kubikkfermetrar av vatni gjøgnum fossin um sekundið. Tá tað regnar illa ella vatnflóð er, er fossurin munandi meira kraftmikil.
- Tað er fyri ein stóran part tað, sum ferðafólkini koma higar til um sumrarnar, og um veturin hava vit skíðítrótt og mentan at bjóða, so vit hava ferðafólk árið runt, sigur Thorgnyr Dyrfjord.
Serliga sum skíðpláss hevur Akureyri vunnið sær eitt navn seinastu árini, og so seint sum í vetur varð skipað fyri einum túri úr Føroyum til Akureyri at standa á skíð.
Eisini ein annar fyri okkum føroyingar eitt sindur ókendur ítróttur dregur fólk til Akureyri, og tað er golf. Býurin hevur góðar golfbanar, sum draga fólk til sín – eisini føroyingar.

Ríkt mentanarlív
Fyri at venda aftur til mentanina, so hevði býurin framman undan stóra nýggja mentanarhúsinum tvey sjónleikarhús, harav annað virkaði sum karmur fyri professionella leikbólkinum.
- Tað er ikki so langt síðani, at professionelli leikbólkurin varð settur á stovn, og tá tað hendi var stórt kjak um, hvørt hetta fór at køva amatørsjónleikin í býnum. Men eg haldi eg kann siga fyri vissu, at bæði tey professionellu og amatørarnir hava notið gott av, at professionelli leikbólkurin kom, sigur Thorgnyr Dyrfjord.
Býurin hevur ein ungdóms amatørbólk, sum kortini ikki er aktivur alla tíðina.
Akureyri eigur eisini sínar rithøvundar. Nevnast kunnu David Steffanson, sum gjørdist landskendur við eitt vekk við einum yrkingarsavni, ið fór sum rótasúpan kring alt landið. Ein annar er Mattias Jokumson og hin triði Jón Sveinsson, vanliga nevndur Jonni.
- Hann gjørdist serliga kendur í Týsklandi, har ein sera vælumtókt sendirøð er gjørd eftir hansara bókum. Talan er serliga um barnabøkur í hansara føri, sigur Thorgnyr Dyrfjord.
Felags fyri allar tríggjar rithøvundarnar er, at hús teirra í dag virka sum museum yvir teirra lív og verk,
Eisini í aðrar mátar hevur Akureyi eitt ríkt mentanarlív og kann vísa á fleiri rock- og poppbólkar.
- Vit hava eitt stað her í býnum, nevnt Grøni Hatturin, har einari tvær til tríggjar konsertir verða hildnar um vikuna. Somuleiðis hava vit eitt listasavn, ið hevur einar seks framsýningar um árið, umframt eini tíggju smá privat listasøvn, sigur Thorgnyr Dyrfjord.
Hann sigur, at teir fyri nøkrum árum síðani høvdu eina framsýning við listarverkum hjá Rembrandt, og hon hevði eini 30.000 vitjandi.
Umframt hetta hevur Akureyri eisini ein listaskúla.

Ótrúliga Hof
Sum nevnt fær Akureyri nú framúr karmar at fjølga um sítt mentanarlív. Mentanarhúsið Hof hýsti 6. NEATA-festivalinum frá 10. til 15. august, tó at húsið als ikki er liðugt og tískil ikki verður tikið alment í nýtslu fyrr enn 27. august.
- Vit ivaðust stórliga, um vit skuldu hýsa festivalinum í húsinum, men gjørdu so av, at hetta var eitt gott høvi at royna húsið, áðrenn tað alment verður tikið í nýtslu. Á tann hátt kunnu vit gera nakrar royndir framman undan, sigur Thorgnyr Dyrfjord.
Og húsið royndist væl og festivalurin gekk av tí allarbesta. Sjálvur íslendski forsetin, Ólavur Ragnar Grimsson, setti festivalin. Hann er kendur fyri at vera persónliga áhugaður í list, og serliga amatørsjónleiki.
- Sum nevnt var tað í 1999 at stjórnin boðaði frá, at hon vildi stuðla bygging av einum fýra mentanarhúsum kring landið, og longu í 2001 varð farið í holt við fyrireikingarnar. Og í august 2006 var spakin settur í til tað, sum nú er vorðið Hof, og sum skuldi standa liðugt í august 2008, sigur Thorgnyr Dyrfjord.
Men verkætlanin var bæði minkað og útsett – tvær ferðir.
- Seinni ferðina var sjálvandi orsakað av kreppuni, men mentanarhúsið sum tað stendur í dag, er ein munandi repað verkætlan í mun til tað upprunaliga. Og aftur her var tað kreppan, sum gjørdi sína ávirkan galdandi, sigur Thorgnyr Dyrfjord.
Kreppan gjørdi eisini tað, at landið í síðsta enda læt munandi minni tilskot til byggingina, enn upprunaliga ætlað.
Húsið kostar einar 3,5 milliardir íslendskar krónur, og av tí letur landið bert eina milliard. Hetta svarar til ein samlaðan kostnað á 175 milliónir føroyskar krónur, harav landið altso letur tær 50 milliónirnar.
Útskrivað varð ein altjóða kapping um at tekna húsið, og tað var eitt felag í Reykjavík og eitt í Keypmannahavn, sum vórðu gingin saman um uppgávuna, ið vunnu hesa kappingina.
Húsið er fyrst og fremst ætlað til tónleik, men NEATA-festivalurin vísti, at tað eisini hóskar væl til sjónleik.
- Hof er ein kollvelting innan mentanina á Akureyri og letur upp fyri ótaldum møguleikum, sigur ein fegin mentanarstjóri.