Ein av møguleikunum á Mentanarnáttini í Havn er at royna eitt vældekkað borð við føroyskum mati. Á matstovuni Zitouna í miðbýnum í Havn eru tey beint nú í ferð við at leggja seinastu hond á tað, sum tey nevna Mentanarborðið.
Tey, ið hava hug at royna eitt stórt fiskaborð við rávøru úr havinum kring Føroyar, m.a. øður, rækjur og annað.
Møguleiki er somuleiðis at royna føroyskan mat av alskyns slagi, so sum skerpikjøt, ræstkjøt og annað.
Borðini í Zitouna verður liðugt dekkað kl. 17 í dag, tá matstovan eisini letur upp í sambandi við mentanarnáttina.