Mentan er at vera nærlagdur

Nýggi stjórin í Norðurlandahúsinum leggur stóran dent á samstarv við stovnar, feløg og einstaklingar. Hon hevur sett nógv áhugaverd tiltøk á skránna, og er opin fyri øllum góðum hugskotum

Helga Hjörvar kom til Føroya fyri fýra mánaðum síðani, og hevur nú havt tíð og umstøður at seta seg inn í stjórastarvið, uppgávurnar og húsið. Týsmorgunin hevði hon móttøku og opið hús í Norðurlandahúsinum, har øll høvdu høvi at heilsa uppá hana. Hon greiddi frá sjálvum stavnhaldinum hjá Norðurlandahúsinum sum mentananmiðdepil, og ætlanunum, hon sum stjóri hevur við húsunum. Samstarv og útveksling, samstarv millum stovnar í Føroyum og stovnar í Norðurlondum, og útveksling av tiltøkum, eru høvuðstættirnir í arbeiði hennara.

- Gjøgnum listina fáa vit nýggjar royndir, og síggja nýggjar vegir. Uppgávan hjá Norðurlandahúsinum er at vera bindilið, at føra norðurlendska list til Føroya, føra føroyska list til Norðurlond, og stuðla føroyska mentanarlívinum. Vit hava altíð áhuga at hoyra frá stovnum, feløgum og einstaklingum, ið hava góð hugskot, sigur Helga Hjörvar.


Norðurlandahúsið fyri allar Føroyar

Allir stjórarnir, ið hava verið í Norðurlandahúsinum, hava hvør í sínum lagi, lagt stóran dent á, at Norðurlandahúsið ikki bert er fyri miðstaðarøkið, men fyri allar Føroyar. Á hvørjum ári hevur húsið skipað fyri uml. 60-70 tiltøkum úti um landið, á stórum sum smáum plássum. Í so máta er nýggi stjórin rættiliga heppin, tí Norðurlandahúsið fer at útvega sær ein framleiðslubil, ið er sera væl útgjørdur tekniskt. Bilurin fer at gera tað møguligt at skipa fyri tiltøkum alla staðni, har koyrandi er.

- Norðurlandahúsið hevur skyldu til at røkka út á allar oyggjarnar, og tað fari eg at leggja dent á, sigur Helga Hjörvar.

Kaffistovan í Norðurlandahúsinum bindur ymsu hølini í húsunum saman. Í framtíðini fær kaffistovan ein størri leiklut eftir øllum at døma, tí ørgrynna av tiltøkum verða hýst har. Fyrilestrar, kjak, tónleikur, bókmentir, bæði gerandisdagar og um vikuskiftini.

Heimasíðan hjá Norðurlandahúsinum, ið ikki hevur verið dagførd í longri tíð, verður broytt í samstarvi við kunningarstovurnar kring landið. Hetta er ein verkætlan, sum kunningarstovurnar eru í holt við í løtuni.

Helga Hjörvar nevndi í røðu á móttøkuni hópin av tiltøkum, ið eru í umbúna beinanvegin og í næstu framtíð. Ein tann størsta hendingin verður heimsfrumsýningin av føroyska spælifilminum hjá Katrini Ottarsdóttir Bye Bye Blue Bird komandi leygarkvøld. Onnur tiltøk eru eisini á skránni á filmsøkinum. Ætlanin hevur leingi verið at gera ein filmsklubba, og hann verður veruleiki íFlogmúsini. a ferð um mánaðin verður ein norðurlendskur filmur vístur fyri limum. Filmir og video fyri børn eru eisini á skránni.

Helga Hjörvar er sum kunnugt sjónleikari, og tað setir sjálvsagt dám á skránna. Fleiri gestaleikir, kendir og minni kendir, eru longu komnir á skránna, tann fyrsti longu um vikuskiftið. Talan er um íslendsku Óperuna við operettuni Flagermusen.

Helga Hjörvar er 55 ára gomul, fødd og uppvaksin í Íslandi, og er útbúgvin sjónleikari. Seinastu árini hevur hon verið aðalskrivari í felagsskapinum Teater og Dans i Norden. Hon er ein royndur leiðari, og hevur verið stjóri á almenna Sjónleikaraskúlanum í Reykjavík í 10 ár, frá 1982 til 1992, haðani tríggir føroyingar hava tikið útbúgving sum sjónleikari.