Mentan í Føroyum skal ikki longur húsast í kjallarum og avlopshúsum – “høsnarhúsum” – í Havn.
Vit skulu fara undir bygging av rættiligum musikkhúsi og tónleikaskúla í einari stórari verkætlan, sum skal kunna hýsa virksemi, sum kann stuðla og supplerað tað virksemi, sum er í Sjónleikarhúsinum, Norðurlandahúsinum og aðrastaðni og gera uppsetingar, sum ikki kunnu vera í hesum húsum.
Vit eiga at kunna bjóða bestu orkestrum, kórum og einstaklingum (heimsstjørnum) hendavegin at framføra tað besta heimurin hevur at bjóða.
Vit eiga at kunna læra av hesum og sjálvi framføra verk, sum ikki smæðast millum tað besta sum finnst.
Tjóðpallur Føroya eigur at gerast veruleiki í bygningi, sum kann gerast í sambygging við konsertsalin/tónleikaskúlan – tá landið ikki tímir so mugu vit í Havn -.
Hetta kann gerast eitt felags mentanarhús, ið verður ein háborg fyri bæði leiklist og tónleik á høgum altjóða stigi. Slíkt hús skal liggja í - ella nærhendis miðbýnum
Allar góðar kreftir eiga at taka lógvatak saman um bygging av veruligum musikkhúsi í Havn