Mentamálaráðið vitjan úr Grønlandi

Tíðindaskriv

Í hesum døgum hevur Mentamálaráðið vitjan úr Grønlandi. Talan er um sendinevnd, ið ætlar at kunna seg við ymisk mentanarviðurskifti í Føroyum
Eisini er endamálið við ferðini at menna samstarvið millum føroyskar mentanarstovnar og mentanarhúsið Katuaq í Nuuk. Á odda fyri sendinevndini er Juaaka Lyberth, ið er stjóri fyri Katuaq. Grønlendska sendinevndin fer at hitta Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann, og onnur umboð fyri Mentamálaráðið. Eisini fara grønlendsku gestirnir at vitja Norðurlandahúsið, Listasavnið, MáF, Grímu, Musikkskúlan og Tórshavnar Býráð. Leygardagin verður vitjað í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, og sunnudagin gongur leiðin aftur til Grønlands.
Grønlendsku gestirnir komu hósdagin og fara avstaðaftur leygardagin.