Mentamálaráðið vil hava støðugt flokkatal

Mentamálaráðið hevði upprunaliga ætlanir um at minka flokkatalið í studentaskúlanum í Hoydølum frá komandi skúlaári, og ein 1. flokkur skuldi skiljast sundur. Hendan ætlanin er nú slept, og ein liðiligari skipan skal finnast, so at flokkatalið kann vera støðugt

Yrkisfelagið og Mentamálaráðið hava nú avrátt at fara undir samráðingar um at fáa eina liðiligari skipan, so sleppast kann undan at skilja flokkar sundur.
Hesin trupulleiki hevur ofta verið frammi, tá Mentamálaráðið hevur givið boð um, at flokkar skulu leggjast saman, og tað hevur ofta elvt til stóra ónøgd hjá næmingum og lærarum.
Aftur í ár gav ráðið boð um, at næmingarnir í einum flokki skuldu skiljast sundur og setast í aðrar flokkar komandi skúlaár. Á henda hátt varð talið av málsligum flokkum minkað úr fimm niður í fýra.
Orsøkin til at mentamálaráðið tók hesa avgerð var, at tað skuldi spara pening, og á fíggjarlógini varð roknað við fýra flokkum ístaðinfyri fimm.
Næmingarnir mótmæltu beinanvegin og á fundi við Høgna Hoydal, sum í løtuni umsitur skúlamál í mentamálaráðnum, greiddu tey frá sínum sjónarmiðum fyri, hví hetta var ein vánalig loysn.

Fundast um liðiligari skipan
Á fundi millum Yrkisfelagið og Mentamálaráðið varð avtalað at fara undir samráðingar fyri at finna eina loysn, so at hetta ikki kemur fyri aftur.
? Vit vilja fegin hava eina liðiligari skipan, so at vit kunnu hava eitt støðugt flokkatal. Vit hava fingið gongd á ein dialog við Yrkisfelagið, og farið verður undir samráðingar um hetta í næstum, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður við mentamálum.
Hann sigur, at tað er sera óheppið fyri trivnaðin hjá næmingunum, at eindin í einum flokki verður brotin og vil fegin forða fyri, at hetta kemur fyri aftur. Við hesum kemur skúlaskapur og trivnaður í fremstu røð, heldur hann.
? So mugu vit bara finna pengarnar onkra aðrastaðni á fíggjarlógini hjá okkum, og tað verður neyvan nakar trupulleiki. Eg eri sera væl nøgdur við hesa loysnina, sigur hann.

Yrkisfelagið
? Spurningurin er, hvussu vit bera okkum at, so at hetta ikki hendir aftur. Tað ber til at finna alternativar loysnir, tá flokkarnir verða settir saman, sigur Kristinbjørg Høgnesen, forkvinna í Yrkisfelagnum.
Trupulleikin er, at tað altíð er nakað av fráfalli í øllum flokkum, og so passar næmingatalið ikki meira við flokkatalið.
? Ein møguleiki er at seta flokkarnar øðrvísi saman, so at matematiskir og málsligir studentar kunnu koma í sama heimaflokk, sigur Kristinbjørg Høgnesen.
Soleiðis ber eisini til at broyta kynsbýtið í studentaskúlanum, tí dreingir hava lyndi til at velja matematisku deild og gentur málsligu deild. Annars eru tað fleiri gentur í studentaskúlanum sum heild.
Forkvinnan í Yrkisfelagnum nevnir eisini møguleikan at laga upptøkukunngerðina meira til umstøðurnar. Hetta eru viðurskifti, sum kunnu kannast nærri.
Yrkisfelagið og Mentamálaráðið hava gjørt av, at tey skulu vera liðug at samráðast áðrenn 1. september í ár. Fyrsti fundurin er enn ikki ásettur.
Tað at Yrkisfelagið vildi hyggja nærri at hesum viðurskiftum, sum skulu forða fyri, at hesin trupulleiki endurtekur seg, var við til at bjarga flokkinum, sum upprunaliga skuldi býtast sundur.