Ingvald á Kamarinum hevur saman við øðrum frá Fjordskolen verið í Føroyum og kunnað um virksemi sítt. Millum annað var kunnandi fundur í Miðlahúsinum í Vágsbotni, har nógv fólk vóru og lýddu á. Eisini hevur Ingvald á Kamarinum verið á fund við Mentamálaráðið og greitt frá sínum virksemi, umframt at hann hevur gjørt eitt útkast til teirra um, hvussu ein serskúli sum Fjordskolen kann skipast í Føroyum.
– Men eingin svarar upp á nakað. Tað er støðan beint nú. Um tú ringir ella skrivar, har er eingin reaktión, ikki eitt orð, harmast Ingvald á Kamarinum. Hann vildi heldur enn fegin hjálpt til við at fingið ein serskúla upp at standa í Føroyum, og hann sigur seg eisini vita, at tað er stórur tørvur á einum tílíkum tilboði.
– Tað er heilt víst brúk fyri slíkum. Og út frá samrøðum við foreldur og skúlaleiðarar í Føroyum veit eg, at talan er um millum 60 og 100 føroysk skúlabørn, sum í øllum førum mangla eitt tílíkt tilboð, sigur Ingvald á Kamarinum. Tí undrast hann eisini á, at einki sær út til at henda á økinum.
– Tá fólk koma allan vegin úr Onglandi at hyggja eftir okkara virksemi, so undrist eg á hvør orsøkin er, at Mentamálaráðið ikki reagerar upp á mínar fyrispurningar og útkast. Møguliga meta tey, at Fjordskolen ikki er eitt nóg gott tilboð. Men so mugu tey hava eitt betri alternativ.
– Ella er tað rætt og slætt vantandi áhugi teimum børnum, sum hava tørv á hesum sertilboðum. Kanska heldur man tað er í lagi, at støðan í føroyska fólkaskúlanum er sum hon er, sigur Ingvald á Kamarinum spyrjandi.
– Í hvussu so er haldi eg tað vera vánaligt, at vit ikki innsíggja trupulleikan og gera okkurt við hann, sigur leiðarin á Fjordskolen avgjørdur.