Persónsstríðið á Fornminnissavninum er nú farið so vítt, at Magistarafelagið metir, at nú skulu munagóð stig takast beinanveg, so málið kann loysast endaliga.
Arne Thorsteinsson, fyrrverandi landsantikvarur, sigur, at hann er burturvístur av Fornminnissavninum av Steffeni Stumman Hansen, landsantikvari. Hetta avsannar landsantikvarurin. Men støðan er tann, at Arne Thorsteinsson ikki er til arbeiðis á Fornminnissavninum í løtuni.
Hóast royndir hevur tað ikki eydnast at fáa orð á teir báðar høvuðspersónarnar í hesum málinum til viðmerkingar. Heldur ikki á Mentamálráðnum vóru ábygdarpersónar at hitta, áðrenn blaðið fór til prentingar. Bæði landsstýrismaðurin við mentamálum, Jógvan á Lakjuni, og aðalstjórin á Mentamðálaráðnum, Petur Petersen, vóru upptiknir á fundi fyrrapartin fríggjadagin.
Triðji partur í málinum er fakfelagið hjá Arna Thorsteinsson, Magistarafelagið, sum hann hevur vent sær til við málinum.
Bjarni Mikkelsen, formaður í Magistarafelagnum, sigur, at felagið nú bíðar efir einum útspæli, sum hann sigur eigur at koma frá Mentamálaráðnum.
Hann sigur, at Arne Thorsteinsson, hevur tosað við Mentamálaráðið og har fingið tey ráð at halda seg burtur frá Fornminnissavninum og verða heima.
?Men nú má Mentamálaráðið gera enda á hesum, sigur Bjarni Mikkelsen. Hann sigur, at eitt útspæl, sum eftir hansara tykki skal vera ein endalig loysn, eigur at koma mánadagin.
Hvat tann endaliga loysnin skal ganga út uppá, vil hann ikki geva nakað boð uppá. Men hann heldur ikki, at tað er nokk, at Mentamálaráðið skipar fyri skeiði í samstarvi ella slíkum fyri starvsfólkunum á Fornminnissavninum, sum hann tekur til.