Mentamálaráðið kannar fólkaskúlarnar

Mentamálaráðiði fer nú at kanna, um skúlarnir hava tikið neyðug stig fyri at steðga happing

Mentamálaráðið fer í næstum at gera eftirmeting fyri at kanna, um skúlar hava tikið stig til at seta í verk ætlanir fyri at basa allari happing og økja um trivnaðin á skúlunum.

Tað sigur Kristina Háfoss, mentamálaráðharri, í samrøðu við Skúlablaðið.

Kristina Háfoss leggur afturat, at um tað vísir seg, at skúlar ikki sjálvir hava tikið stig til at seta neyðug tiltøk í verk, verður neyðugt at seta meir ítøkilig krøv til skúlarnar í royndini at basa happing.

Fyri at skunda undir hesa gongd, fáa skúlar nú møguleika at brúka ein tíma í 1. til 3. flokkunum til sokallaðan flokstíma.

Eisini skulu nøgdsemiskanningar geva næmingum, lærararum og foreldrum høvi at siga sína hugsan um trivnaðin á skúlunum.

Hesar kanningar skulu hartil vísa, hvørja ávirkan ymisk átøk hava havt og hvørji skulu setast í verk framyvir.