Mentamálaráðið ger okkurt við spæliplássini

12. august 2008. skrivaði Sosialurin um vantandi trygd og vantandi lógarverk í Føroyum, tá talan er um spælipláss. Síðani er avvarðandi landsstýriskvinna skift út, men nýggja landsstýriskvinnan lovar, at reglurnar eru ávegis

Í greinini 12. august stóð millum annað, at ongar lógir eru viðvíkjandi trygdini hjá børnum á spæliplássum. Eisini varð nevnt, at summi spælipláss eru beinleiðis deyðsfellur, at spæliplássini í Føroyum sum heild eru gott handverk, men onki verður gjørt fyri at tryggja børnini. Eisini er væntandi viðlíkahald ein trupulleiki.

Sosialurin vitjaði tá tvey lutfalsliga nýggj spælipláss í Sunda kommunu, og har var nógv at síggja, sum ongantíð hevði verið góðtikið í londunum rundanum okkum. Heðin Zachariassen, borgarstjóri, úttalaði seg eisini um málið, og legði dent á menningina og frælsi hjá børnunum.

Størsta ivamálið vóru føroysku bátarnir á spæliplássunum, sum vóru lættir at koma uppá, men á hægstu støðunum vóru upp í 160 sentimetrar høgir og ongi trygdartiltøk vóru gjørd í samband við hetta.


Summi lúka altjóða treytir

Hóast ongin lóg er í Føroyum um spælipláss, eru fólk tilvitaði um trupulleikan og tí eru nøkur spælipláss í Føroyum, ið fylgja altjóða reglum.

- Vit upplýsa kundum okkara um fyrimunirnar við góðkendari útgerð til spælipláss, og tey flestu velja eisini tað loysnina. Góðkenningar okkara eru frá TÜV, sum er ein heimskendur standardur í Týsklandi, sigur Finn Johannesen, sum selur spælipláss og undirløg í Føroyum.

Finn Johannesen heldur á sama hátt sum Einar Hansen, spæliplássumsjónarmaður í Danmørk, sum samrøða var við í greinini 12. august, at nógv gott handverk er at síggja í Føroyum, og at ikki so nógv skal til, fyri at fáa góðkend spælipláss. Sum ein annan trupulleika sær Finn Johannesen, at ofta væntar viðlíkahald, og er hetta næsta stigið, ið burdi verið tikið, tá flestu spæliplássini eru trygg sambært altjóða reglum.

- Tað eru fleiri kommunur, sum eru tilvitaðar um trupulleikan og tí hava tey ofta sett seg í samband við okkum um at útvega trygdargóðkenda útgerð. Tá hevur talan serliga verið um fallundirløg, greiðir Finn Johannesen frá.

Men onki lógarverk er á økinum, so tað er enn bara kommunan sjálv, sum avgerð hvat hon ger við spæliplássini.

- Fólk hava ofta spurt meg um at fara til myndugleikarnar við trupulleikanum, men hetta síggi eg ikki sum mína uppgávu sum sølumaður. Grundin til at nógv hava heitt á meg at gera nakað við hetta, er at leiðararnir á stovnunum altíð sita eftir við ábyrgdini, tá vanlukkur eru, og hesir leiðarar hava ofta kent seg øgiliga illa um spæliplássini, tá óhapp eru hend, ið kundu verið fyribyrgd, veit Finn Johannesen at siga frá.

Á nógvum føroyskum spæliplássum síggjast bátar, serliga føroyskir bátar, sum ikki er siglandi við longur. Ofta stinga hesir sera langt upp, og tí gerast teir ofta vandamiklir.

- Nemmasta loysnin er sjálvandi at grava bátarnar longur niður í jørðina og leggja ordiligt fallundirlag kring bátin, hugsar Finn Johannesen, stjóri í Vilt og spæliplássveitari.


Reglur ávegis

Sosialurin hevur til fánýtis í langa tíð roynt at fingið fatur á landsstýriskvinnuni í mentamálum. Men nú bragdaði.

- Vit eru klár yvir trupulleikan, og tað er nakað vit fara at arbeiða við sum skjótast, sigur Óluva Klettskarð, landsstýriskvinna. Hetta er stutta frágreiðingin, tí veruleikin er tann, at ein fulltrúi er settur at byrja 15. septembur, og ætlanin er, at hann skal byrja at arbeiða við málinum. Saman við kommununum skal ein passandi loysn finnast, tí vanliga hava kommunurnar ábyrgdina av málinum, meðan mentamálaráðið skal hava eftirlit við tí.

Nýggja landsstýriskvinnan sigur seg taka málið í størsta álvara, og ætlar at fáa skipaði viðurskifti á økinum í nærmastu framtíð.