LIST
Í Sosialinum í gjár var samrøða við listamannin Trónd Patursson, sum er við í 12-mannabólkinum, ið hevur tikið seg úr felagnum Føroysk Myndlistafólk.
Tróndur Patursson fýltist á sjálvan bygnaðin á Listasavni Føroya, og heitti á politiska myndugleikan um at broyta viðtøkurnar fyri Listasavnið.
Hann helt tað ikki vera rímiligt, at ein sjálvsognarstovnur umsitur ogn Føroya fólks, sum hann tók til, og sipaði til alla ta listina, ið savnið eigur og keypir.
Tí skeyt hann upp at skipa Listasavnið eftir sama leisti sum t.d. Fornmisnnissavnið, har leiðarin ella stjórin verður settur beinleiðis av landsstýrismanninum og ikki av eini nevnd í einum sjálvsognarstovni. Heldur ikki metti hann samansetingina av nevndini vera listaliga trúverda.
Ikki aktuelt
Tað eydnaðist okkum ikki at fáa eina samrøðu við mentamálaráðharran, Jógvan á Lakjuni, í dag, men í skrivi til Sosialin, hevur hann hesa viðmerking:
<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$"Fyri nøkrum árum síðan varð byrjað at endurskoða viðtøkurnar fyri Listasavnið. Hetta arbeiðið er tíverri steðgað upp, men eg fari at taka spurningin um endurskoðan upp við nevndina í næstum.
<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$Spurningurin um at umskipa Listasavnið til ein landsstovn er ikki so einfaldur. Orsøkin er tann, at Listasavnið er ein sjálvsognarstovnur. Ein sjálvsognarstovnur má í givnum føri sjálvur taka avgerð um at niðurleggja seg sjálvan. Hetta er ikki nakað eg sum landsstýrismaður kann taka avgerð um.
<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$Spurningurin um at gera Listasavn Føroya til landsstovn er tí ikki aktuellur í løtuni."
<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$
<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$
MYNDATEKSTUR
- Ein sjálvsognarstovnur má í givnum føri sjálvur taka avgerð um at niðurleggja seg sjálvan. Hetta er ikki nakað eg sum landsstýrismaður kann taka avgerð um, sigur Jógvan á Lakjuni