Á almennum býráðsfundi í Fuglafirði hin 28. mai varð ársroknskapurin hjá Fuglafjaraðar kommunu fyri 2024 góðkendur.
- Staðfest varð, at samlaðu inntøkurnar fyri 2024 vóru væl hægri, enn roknað varð við í fíggjarætlanini. Samlaða nettoskattainntøkan hjá kommununi í 2024 var 117,7 milliónir, sum er 1,3 milliónir hægri enn í 2023.
Sagt verður, at í fíggjarætlanini fyri 2024 varð roknað við einari nettoskattainntøku á 107,3 milliónir. Sostatt gjørdust samlaðu inntøkurnar í 2024 10,4 millónir hægri enn mett. Hækkingin stavar eina mest frá A-, B- og partafelagsskatti.
- Samlaðu rakstrarútreiðslurnar í 2024 vóru 89,9 milliónir. Í fíggjarætlanini fyri 2024 varð roknað við einari samlaðari rakstrarútreiðslu á 86,1 milliónir. Sostatt gjørdust rakstrarútreiðslurnar í 2024 3,8 milliónir hægri enn mett í fíggjarætlanini.
Í Fuglafjarðar kommunu vísa tey á, at henda hækking kom eina mest av, at Fuglafjarðar havn gav 2,1 milliónir minni í nettoinntøku enn mett. Metingin var 10,9 milliónir.
- Gjaldførisúrslitið (RLÚ) gjørdist 4 milliónir mótvegis 15,8 milliónum í 2023. Í fíggjarætlanini varð roknað við einum halli á 7,7 milliónir. Gjaldførisúrslitið gjørdist sostatt 11,4 milliónir betri enn mett í fíggjarætlanini.
Havandi í huga stóru íløgurnar, sum eru framdar, eins og sera stóra tørvin, ið er fyri framman, verður eisini neyðugt við framhaldandi góðum úrslitum.
- Kommunan hevur bundið seg til stórar íløgur komandi árini, eins og avbjóðingar eru sjónligar innanfyri serliga økini § 2, almanna & heilsumál og § 3 børn & ung. Hesi bæði økini fara við 48% av allari fíggjarætlanini ímóti 46% í 2023.
Í Fuglafjarðar kommunu vísa tey á, at eldraøkið kostaði 2,7 milliónir meira 2024, enn kommunan fekk endurrindað frá landinum. Í 2023 kostaði økið 2,8 milliónir meira.
Úrslitið eftir rakstur var eitt avlop á 27,8 milliónir.
- Samlaðu nettoíløgurnar í 2024 vóru 18,4 milliónir. Í fíggjarætlanini varð roknað við einari nettoíløgu á 33,6 milliónir. Íløgurnar í 2024 vóru sostatt 9,9 milliónir minni enn játtað.
Orsøkin er, siga tey í kommununi, at nakrar verkætlanir fóru yvir um ár, sum tey rópa tað.
Úrslitið eftir rakstur og íløgur (RLÚ) var 4 milliónir.
- Árini 2022, 2023 og 2024 hava givið 33,8 milliónir í avlopi. Hesi árini er kommunuskuldin farin úr 89,9 milliónum við árslok 2021 niður í 56,1 milliónir við árslok 2024, sum gevur eina nettoskuld við ársenda 2024 á 52% av einari skattaálíkning á 23% ímóti 58% í 2023.
Í Fuglafjarðar kommunu leggja tey aftrat, at nettoskuldin var hægst við ársenda í 2021, tá hon var 120% av einari 23% A- og B-skattaálíkning.