Tað er fagnaður og gleði í føroysku leguni í Andorra, nú tað fyri aðru ferð í tríggjar dagar eydnaðist at vinna ein fótbóltslandsdyst.
Hóskvøldið vunnu Føroyar 3-2 ímóti Malta, og seinnapartin eydnaðist tað at vinna 1-0 á útivølli ímóti Andorra. Úrslitið ber við sær, at Føroyar eru fremst í Nations League bólkinum og harvið favorittur at vinna hesa kappingina.
Talan er um sigur nummar 29 hjá Føroyum, sum í dag spældu altjóða skrásetta landsdyst nummar 200.
Føroyski liðformaður Hallur Hansson er ovurfegin um sigurin.
-Yvirvágin var so mikið stór, at vit áttu at havt vunnið við fleiri málum, men tað er líka mikið, nú dysturin er av. Tað snýr seg um at vinna, og vit hava vunnið, staðfestir Hallur Hansson.
Tað kemur sjáldan fyri, at Andorra tapir á heimavølli. Tað fer sigurin uppaftur søtari. Og Hallur Hansson greiðir frá, hví tað eydnaðist so væl ídag.
-Venjaraliðið hevur lagt ógvuliga nógva orku í at fyrireika okkum til júst hesa uppgávuna. Og her hevur mentali venjarin, sum vit nú hava, átt stóran leiklut. Vit hava fyrireikað okkum eins nógv mentalt, sum vit hava fyrireikað okkum taktiskt. Av royndum vita vit, at tað er skjótt at verða provokeraður, og vit hava áður mist ein mann í Andorra, men í dag vóru vit púra kaldir í øllum regninum og 22 hitastigum. Vøllurin er torførur at spæla á, men hvørki tað ella ikki altíð so reinu nærdystirnar lótu vit okkum erta av, sigur Hallur Hansson.
Tá ið Føroyar nú leygardagin fyri 30 árum síðani spældu fyrsta EM undankappingardystin var mótstøðuliðið Eysturríki, sum legði rygg til eyðmýkjandi 1-0 tap.
Í dag var dómarin úr Eysturríki. Fyri 30 árum síðani søgdu bæði teir úr Eysturríki og øll hini, at føroyingar meiri stríddu seg til sigurin enn spældu seg til sigurin.
Í dag var eysturríkski dómarin ovfarin av føroyska fótbóltsspælinum:
-Hann hevði fleiri ferðir á orðið við meg, hvussu væl vit spældu, og tað hevði hann rætt í. Vit høvdu takið á bóltinum alla tíðina, og vit eru sjálvandi bæði nøgdir við spælið og sigurin, sigur Hallur Hansson.
Føroyska ferðalagið verður aftur í Føroyum í kvøld.











