Menniskjansliga haldførið fyrst - so kemur tað fíggjarliga aftaná

Valgrein

 

Hanna Paula við Streym

 

Valevni fyri Tjóðveldi

 

 

 

Vit standa á einum vegamóti. Spurningurin er ikki bara, hvussu vit fáa fíggjarligt

 

haldføri, men eisini, hvussu vit fáa menniskjansligt haldføri. Hesi bæði hanga

 

saman

 

Skulu vit hava eitt haldført samfelag, mugu vit eisini hava eitt haldført arbeiðslív. Tað

 

hava vit ikki, sum er. Hvørki á eldraøkinum, almannaøkinum, psykiatriska økinum ella

 

sosiala økinum.

 

Vit hava trupulleikar við fíggjarliga haldførinum, og tað hongur saman við

 

menniskjansliga haldførinum. 

 

Tá fólk ikki orka ella sleppa at arbeiða fulla tíð, rinda tey minni skatt. Tey hava verri

 

keypiorku. Tey verða verri stillað enn tey, sum hava umstøður og orku at arbeiða nógv

 

og tjena nógv.

 

Vælferðin og fíggjarliga haldførið kunnu ikki byggjast á útbrend starvsfólk!

 

Tøkir og tryggir bústaðir eru felagsnevnarin fyri bæði fíggjarligt og menniskjansligt

 

haldføri.

 

Hava fólk ongastaðni at búgva, kunnu tey ikki taka eitt tak fyri Føroyar. Og hava fólk

 

ongastaðni at búgva, kostar tað á menniskjansliga haldførinum. 

 

Vit mugu tí byggja nógv fleiri bústaðir. Bæði almennar leigubústaðir, lutaíbúðir og sethús

 

í samstarvi millum tað almenna og privatu vinnuna, so vit fáa bygt meira og skjótari. 

 

Vit eru ein lítil tjóð. Tí kunnu vit gera tingini øðrvísi. Smidligari. Menniskjaligari. Føroyskt.

 

Við minni umsiting og meira til menniskjað. 

 

Tí fíggjarligt og menniskjansligt haldføri hanga saman.