Menniskjaligt mistak

Tað var helst eitt menniskjaligt mistak, sum elvdi til vanlukkuna í Milano sunnudagin, tá SAS flogfarið stoytti saman við eitt lítið týskt Cessna flogfar, beint sum tað var farið á flog

 

Bæði flogførini duttu niður, og øll fólkini umborð doyðu. Umborð á SAS flogfarinum vóru 110 fólk og í Cessna vóru fýra. Eftir samanstoytin kom eldur í SAS flogfarið, og tað datt niður í trimum pettum. Tað vildi so illa til, at flogfarið datt niður í ein bygning á flogvøllinum, har fýra fólk afturat lótu lív.

Tað er eftir øllum at døma flogskiparin í Cessna flogfarinum, sum hevur misskilt boðini úr eftirlitstorninum. Hann hevur so flogið fram ístaðinfyri at bíða, til SAS flogfarið var farið avstað.

Italska uttanríkismálaráðið avsannar allar leysasøgur um, at talan var um eina yvirgangsatsókn, tí eingi prógv eru, sum tala fyri hesum illgruna.


Eingin radari

Eingin radari var á flogvøllinum, tá vanlukkan hendi. Tað ljóðar úr Italia, at radarin skuldi sýnast, og tí var hann tikin úr nýtslu tríggjar dagar fyri vanlukkuna.

Hesin radarin verður nýttur, tá sýnið er vánaligt, sum tað var henda dagin við tjúkkum mjørka. Væntandi ber ikki til at staðfesta veruligu orsøkina til vanlukkuna fyrr enn um eitt ár, tí teknisku kanningarnar skulu gerast sera neyvt, og tað tekur tíð.

SAS hevur gjørt av at lata teimum avvarðandi, ið mistu í vanlukkuni á Linate flogvøllinum í Milano, 25.000 dollarar ella 200.000 krónur. Hetta verður gjørt, uttan mun til hvørja niðurstøðu kanningarnevndin kemur fram til.