Fjórða umfar er farið afturum í Effo-deildini. Eitt umfar við fimm favorittsigrum, tó kundi TB havt knógvað HB við Stórá í Trongisvági, og AB hevði avgjørt møguleikan við 11 ímóti 10 monnum at fáa úrtøku ímóti B36 á ovara vølli í Gundadali.
Men havnarliðini riðu stormin av, og tí er staðfest, at talan er um fimm favorittsigrar í hesum umfarinum, har FM-kandidatarnir Víkingur og NSÍ vunnu heimasigrar, og KÍ vann á uppflytarunum hjá Skála. Tað er tó ikki teir fimm favorittsigrarnir, sum standa best eftir í minninum, tá eg skal minnast aftur á fótbóltssunnudagin 3. apríl í 2016.
Tað eru heldur tvær hendingar, sum hava óbeinleiðis og beinleiðis samband við fjórða umfar í effodeildini, sum standa eftir í minninum. Hópurin hjá HB var væl vitandi um, at talan fór at verða um torføran útidyst við Stórá í Trongisvági, og stórt fokus mátti haldast hjá øllum spælarunum til torføru uppgávuna.
Kortini, um enn tað var eitt síðuspor í fyrireikingunum, so vísti hópurin hjá HB ein framúr stóran gestus, tá teir allir møttu upp á Suðuroyar Sjúkrahúsi nakrar tímar áðrenn dystarbyrjanina við Stórá í Trongisvági.
Endamálið hjá HB-spælarunum var at fara á vitjan hjá einum tí fremsta HB-fjepparunum, Herluf Guðmundarsson, sum liggur á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Ein løta, sum lyfti tann, sum fekk hesa vitjan nógv, men eisini ein løta við stórum menniskjaligum faktori, sum gav endurljóð kring alt landið.
Hin hendingin, sum setti seg í minnið var løtan, sum hendi í 77. minutti í dystinum millum Víking og B68 í Sarpugerði í Norðragøtu. Hetta var løtan, tá dugnaligi og sterki áleyparin úr Vági, Jón Krosslá Poulsen loksins fekk sínar fyrstu minuttir á vøllinum fyri Víking í Effo-deildini.
Fagnaðurin var stórur, og góvu eysturbúgvar Jóni eina hjartaliga móttøku tá hann rann inn á vøllin. Tað einasta, sum fattaðist at gera dagin fullkomnan var, at vágbingurin skoraði eitt mál, men tað er ein minni lutur í mun til sigurin tað er, at hann aftur kann tørna til á einum fótbóltsvølli.
Fyri stuttum var Jón Krosslá Poulsen út fyri einari álvarsamari arbeiðsvanlukku, og tí fegnaðust allar Fótbólts-Føroyar, tá tað frættist, at hann aftur var at síggja á leikvøllinum aftaná longri steðg. Jón hevur skotið nógv mál fyri barndómsfelagið, og hann fer uttan at roynast Víkingi hollur.
Nú vóna vit eisini, at Herluf Guðmundarson skjótt verður at síggja í Gundadali aftur til heimadystirnar hjá HB. Fimm favorittsigrar blivu tað til, men tað størsta og tað besta við fótbóltssunnudegnum 3. apríl í 2016 var, at menniskjaligi faktorurin sigraði, og tað stórt eisini.
Heri Simonsen
Klumman í Sosialinum mánadagin 4. apríl