Føroysku flogbóltsmenninir spædu í kvøld sera lívligan dyst imóti Caymanoyggjunum á Oyggjaleikunum.
Føroyar høvdu trupulleikar og komu aftur um 2-1 í settum. Men Føroyar megnaðu at javna leiðsluna hjá Caymanbúgvunum. Í javnbrótaranum var stórur dramatikkur. Caymanoyggjarnar høvdu fleiri dystarbóltar, men Føroyar stóðu ímóti, og tá Føroyar so fingu kjansin at avgera dystin, tóku teir av.
Javnbrótarin endaði við 19-17 til Føroyar, og harvið vunnu Føroyar dystin 3-2. Í morgin spæla Føroyar ímóti Álandi, sum verður roknað sum sterkasta liðið í bólkinum.