Menninir vunnu aftur 3-0

OYL 15: Flogbóltsmenninir hava fyri løtu síðani spælt ímóti Gotlandi, og vunnu aftur hesa ferð 3-0 sigur

Eins og kvinnurnar, so hava menninir hjá Føroyum í morgun spælt dyst í flogbólti. Og felags fyri mennirnar og kvinnurnar higartil er, at allir dystirnir eru endaðir við 3-0 sigri til Føroyar.

 

Menninir vunnu sín dyst í dag 3-0 móti Gotlandi, eftir at sett úrslitini høvdu verið 25-20, 25-9 og 25-16.

 

Gotland er annars lið, ið onkuntíð áður, hevur gjørt tí føroyska liðnum fortreð, men í morgun var talan um sannførandi avrik frá føroyska liðnum.

 

Einasta løtan, har Gotland var frammanfyri, var eitt skifti í triðja settið.

 

Føroyar – Gotland 3-0

Sett úrslit

1 sett: 25-20

2 sett: 25-10 

3 sett: 25-16