Menninir til Andorra

Manslandsliðið í flogbólti skal í komandi EM-undankappingini royna seg í bólki saman við Andorra, Kypros, Írlandi og Skotlandi, og samstundis sum lutakastið hevur verið, er eisini gjørt av, at kappingin hjá føroysku monnunum verður í Andorra. Smærru flogbóltstjóðirnar eru býttar í tveir bólkar, og hin bólkurin skal spælast á Malta. Finaluumfarið fyri smátjóðirnar verður spælt í Andorra komandi vár.