Menninir stóðu royndina

Jákup Mikkelsen hevði eitt óvanliga órutinerað lið framman fyri seg í Beograd, men føroyski liðskiparin var framúr væl nøgdur við avrikið, sum hesir løgdu fyri dagin.

- Eg haldi absolutt, at teir stóðu royndina. Tað var rættiliga væl kempað yvir allan vøllin, og teir eiga stórt rós allir samlir, segði Jákup Mikkelsen eftir dystin í Beograd.

Og avrikið hesa ferð gevur kanska ábendingar um, at vit innan alt ov langa tíð kunnu vóna at fáa eitt av hesum úrslitunum, sum vit øll hava tráðað eftir so leingi?

- Tað er tað, sum vit vóna, og tað er tað, sum er málið hjá okkum í hesi undankappingini. Vit skulu skapa okkurt gott úrslit á vegnum. Í dag eru vit rættiliga verjukendir á vøllinum, men tað er eingin ivi um, at tað millum annað er tað, sum skal til, so á útivølli rokni eg við, at hetta verður spælistílurin hjá okkum, sigur Jákup Mikkelsen.