Menninir skulu styrkja javnstøðuna

Landsstýrismaðurin við javnstøðumálum hevur sett ein mann til formann í Javnstøðunevndini. Við hesum vil hann undirstrika, at menn skulu taka størri ábyrgd í arbeiðnum fyri javnstøðu. Fyrrverandi forkvinna í Javnstøðunevndin heldur, at tað hevur størri týdning, hvat kemur burtur úr, og at pengar eru at arbeiða fyri

Týsdagin hendi tað, sum onkuntíð áður er hent.
Eitt mannfólk varð valt til formann í Javnstøðunevndini, og nú hava menn harafturat meirilutan í Javnstøðunevndini.
Landsstýrismaðurin við javnstøðumálum heldur, at skal javnstøðuarbeiðið styrkjast, mugu menn taka meira ábyrgd og vísa málinum størri áhuga.
 Tá ið forkvinnan segði seg úr formanssessinum fyrr í ár, gjørdi eg av, at eg vildi royna at finna ein mann til formann. Eg havi sjálvur luttikið í javnstøðuarbeiði og havi áhuga fyri tí, og eg haldi, at stóri trupulleikin við javnstøðuarbeiðnum er, at menn í alt ov lítlan mun hava áhuga fyri hesum arbeiði, sigur Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður.
 Tað er skeivt at lata kvinnurnar um fáa javnstøðu og lata menninar verða uttan ábyrgd. Menn hava líka stóra ábyrgd í javnstøðuarbeiðnum, og tað vóni eg, at valið av einum manni til formann í Javnstøðunevndini undirstrikar.

Javnvágin koppaði
Føroyska javnstøðulógin hátíðarhelt fyri einum góðum ári síðani sín 10 ára føðingardag, og hetta er fyrstu ferð, at ein maður er formaður í Javnstøðunevndini.
Harafturat er maktbalansan millum kynini nú blivin tann, at trý mannfólk og tvey konufólk sita í Javnstøðunevndini  tað er eisini fyrstu ferð.
 Hetta er meira av tilvild. Hinir limirnir vóru valdir, nú formaðurin skuldi veljast, og har vóru tvær kvinnur og tveir menn vald. Tí fingu menninir meirilutan, nú ein maður varð valdur til formann, sigur Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður.
 Eg vóni, at hetta verður við til at vekja áhugan millum menn fyri javnstøðuarbeiðnum, og at arbeiðið fyri javnstøðu fær breiðari undirtøku í samfelagnum. Tað hevur manglað undirtøka. Kvinnur hava meira náturliga áhuga fyri hesum arbeiði, men menninir skulu eisini verða við, sigur hann.

Ikki ein spurningur um kyn
Fyrrverandi forkvinnan í Javnstøðunevndini, Turið Debes Hentze, heldur, at tað er líkamikið, um tað er ein maður ella ein kvinna, sum er formaður fyri Javnstøðunevndina.
 Tað týdningarmesta er, hvat kemur burturúr, og um pengar eru til at arbeiða fyri. Vit fara við spenningi at fylgja við, hvat Javnstøðunevndin nú fer at avrika, sigur hon.
 Javnstøðuarbeiðið sprettir úr kvinnurørsluni, og tí hava kvinnur verið meira virknar í hesum arbeiði. Tað hava ikki verið stórvegis av pengum til at arbeiða fyri, og tí hava kvinnurnar, sum brenna meira fyri hesum, gingið undan í javnstøðuarbeiðnum. Men tað er óført, um menninir eisini vilja verða við.


 Eg veit ikki, um alt fer at verða øðrvísi, bara tí at ein maður nú verður formaður. Tað er meira umráðandi, at tann persónurin, sum er formaður, veruliga ger nakað fyri at betra um javnstøðuna, sigur Turið Debes Hentze.

Uppfatanin kann broytast
Stjórin í Vinnuhúsinum er limur í Javnstøðunevndini, og hann er samdur við Turið Debes Hentze í, at tað er líkamikið, um tað er ein maður ella kvinna, sum er formaður fyri Javnstøðunevndina.
 Tað mest umráðandi er, at formaðurin kann gera ein mun, og so er tað líkamikið, um tað er ein maður ella ein kvinna, sigur Jan Mortensen.
 Nógv mannfólk halda, at javnstøðuarbeiðið verður gjørt av reyðsokkum, og tað er trupult at fáa menn at verða við í hesum arbeiði, men kanska kann ein mannligur formaður kann broyta hetta eitt sindur. Hinvegin vil eg eisini siga, at undanfarni formaður gjørdi nakað ítøkiligt fyri at broyta hugsanina um, at Javnstøðunevndin bara var fyri kvinnur.

Ómøguligt at finna mann
Jan Mortensen ætlaði sær ongantíð at verða limur í javnstøðunevndini, men tá ið arbeiðsgevararnir skuldu velja ein lim, varð leitað bæði væl og leingi eftir einum umboði.
 Vit leita oftast eftir umboðum fyri okkum millum stjórar í føroyskum fyritøkum, og teir eru ofta menn. Men tað var ómøguligt at finna ein mann, sum vildi verða við í Javnstøðunevndini, og tí bleiv eg umboð fyri arbeiðsgevararnar. Tað sigur eitt sindur um áhuga millum menn fyri hesum, sigur hann.
Landsstýrismaðurin við javnstøðumálum vónar, at nýggi leikurin hjá honum kann styrkja javnstøðuarbeiðið í landinum, og at eisini menn fara at vísa tí áhuga.
 Tað er misskilt, at Javnstøðunevndin er eitt slag av kvinnunevnd. Menn mugu eisini koma við í javnstøðuarbeiðið, tí annars vinnur sakin ikki frama, sigur Hans Pauli Strøm.


Myndatekstir (mynd av Hans Paula Strøm:)
 Tað er skeivt at lata kvinnurnar um fáa javnstøðu og lata menninar verða uttan ábyrgd. Menn hava líka stóra ábyrgd í javnstøðuarbeiðnum, og tað vóni eg, at valið av einum manni til formann í Javnstøðunevndini undirstrikar, sigur Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður

(lítil mynd av Turið Debes Hentze:)
 Eg veit ikki, um alt fer at verða øðrvísi, bara tí at ein maður nú verður formaður. Tað er meira umráðandi, at tann persónurin, sum er formaður, veruliga ger nakað fyri at betra um javnstøðuna, sigur Turið Debes Hentze, fyrrverandi forkvinna í Javnstøðunevndini


- - -

( at koyra í kassa):

Fakta

Javnstøðunevndin

Fimm limir eru í Javnstøðunevndini, og fólkini verða vald av ymiskum pørtum í samfelagnum. Í løtuni eru hesi fólk í nevndini:

Kári á Rógvi, formaður
 Føroya Landsstýri

Jancy Olsen, Toftir
 Kvinnusamskipan Føroya

Hanna Ziskason Hansen, Klaksvík
 Almanna, skúla og heilsuverkið

Jan Mortensen
 Arbeiðsgevarar

Jákup Páll Mohr Mortensen
 Arbeiðstakarar