Menninir hyggja ikki longur

(Les!) Smáar hendingarnar leggja seg sum skuggar yvir forholdið millum Chantel og Jean-Marc

Eitt miðaldrandi franskt par skal hittast við strondina í Normandínum. Chantel kemur fyrst til gistingarhúsið og bíðar á strondinum eftir manninum. Tá ið Jean-Marc kemur til býin, fer hann at leita eftir Chantel og heldur seg finna hana. Men tá vísur tað seg at verða ein eldri kvinna. Samstundis kennir Chantal á sær, at menninir á strondini ikki longur hyggja at henni.
Hesar báðar hendingarnar leggja seg sum skuggar yvir forholdið millum Chantel og Jean-Marc, og tær fáa eisini stórar avleiðingar fyri teirra gerandisdag.
Milan Kundera, sum varð føddur í Kekkoslovakia, men flýggjaði til Fraklands í 1975, verður roknaður sum ein av stóru europeisku rithøvundunum í 20. øld.
Hann hevur skrivað bókina L’Identité (á donskum Identiteten) um Chantel og Jean-Marc.
Ein stutt og sterk skaldsøga, sum bert Milan Kundera kann skriva hana!