Hóast inntøkurnar hjá føroyingum er nógv hækkaðar í seinastuni, sita kvinnurnar framvegis við sviðusoð.
Tað eru nevniliga menninir, sum fara við øllum vøkstrinum.
Ein uppgerð hjá Hagstovuni vísir nevniliga, at tað er serliga í teimum vinnugreinum, har tað eru nógv mest mannfólk, at tann stóri vøksturin er.
Eitt nú vísir uppgerðin, at hýrurnar til manningarnar á fiskiskipum, eru hækkaðar serliga nógv.
Higartil í ár eru 636 milliónir krónur goldnar í hýrum. Tað er ein framgongd uppá 112 milliónir, sum svarar til ein vøkstur upp á 21,3 prosent.
Stóra framgongdin í hýrunum var í vár, so ábendingar eru um at tá ið árið er liðugt fer vøksturin í hýrunum at vera sløk 20 prosent.
Byggivinnan hevur eisini havt stóra framgongd í ár. Higartil í ár eru goldnar 378 milliónir krónur í lønum í byggivinnuni, tað eru 35 milliónir fleiri enn í fjør, og framgongdin er sostatt 10,1 prosent.
- Allar vinnugreinar hava framgongd, undantikið fígging og trygging, har ein lítil afturgongd er í ár, sigur Hagstovan.
Annars er støðan soleiðis sum heild, at av øllum lønunum, fara 60 prosent til mennirnar og 40 prosent til kvinnurnar.
- Í løtuni er størsti vøksturin í teimum yrkjum, har flest mannfólk arbeiða, og tí fer størsti parturin av vøkstrinum til menninar.
Les eisini: Ferðin er minkað eitt sindur
- Higartil í ár eru útgoldnar 326 milliónir meira í lønum enn í fjør. Av hesum eiga menninir tríggjar fjórðingar, ella 241 milliónir, men kvinnurnar eiga bara ein fjórðing, ella 85 milliónir.