Á aðalfundi í Javna í dag fer Løgmaður at greiða frá, hvussu menningartarnað verða ein natúrligur partur í visjón 2015
Klokkan 16 í dag hevur Javni aðalfundi í Miðlahúsinum í Vágsbotni. Ongi serlig evni eru á sjálvum aðalfundinum, men tað er longu nú greitt, at Javni skal hava tveir nýggjar nevndarlimir.
Bogi Andreassen og Maud Vang Hansen standa bæði fyri vali og hvørgin teirra tekur við afturvali.
Annars er Lis Eklund í Niðristovu, forkvinna í Javna og Óli Wolles er næstformaður. Hinir nevndarlimirnir eru Meinhard Dalbú, Turið Askham, Sigrid Midjord.
Klokkum 16.30 kemur Løgmaður á Fund og hann fer at greiða fundarfólkinum frá Visjón 2015 við serligum atliti til menningartarnað.
- Hetta er fyri at varpa ljós á, at menningartarnað eiga at vera ein natúrligur partur í Visjón 2015 og teimum ætlanum, sum verða lagdar fyri samfelagnum sigur Annlis Bjarkhamar, sum arbeiðir hjá í Javna.