Menningartarnað fara cruiseferð til Íslands

Mánadagin fara 150 fólk Javna-Cruice til Íslands. Tað er Javni sum í samstarvi við Smyril Line, sum skipar fyri. Umleið 90 menningartarnað verða við á ferðini

- Tað var Emma Vágoy – betur kend sum Emma úr M’as Blues Band, sum kom við uppskotinum á seinasta aðalfundi hjá Javna, sigur Annlis Bjarkhamar, dagligur leiðari hjá Javna.

Hon sigur, at av teimum 130, sum eru við í ferðalagnum, verða eini 80-90 menningartarnað saman við hjálparfólkum og avvarðandi.

- Hesin dagurin, 14. mai, er samstundis 36 ára stovningardagurin hjá Javna, so vit fara eisini at hátíðarhalda dagin umborð, sigur Annlis Bjarkhamar.

Emma fer at spæla til dans, og fleiri umboð fyri Javna verða eisini við. Annlis Bjarkhamar greiðir frá, at systirfelagið hjá Javna á Eysturlandinum í Íslandi er rættiliga frammaliga viðvíkjandi bústøðum til menningartarnað, og tey fara at nýta høvi at kanna viðurskiftini, nú bústaðarpakki til menningartarnað er ávegis í Føroyum.

Jákup Sverri Kass á marknaðardeildini hjá Smyril Line sigur, at umframt dansin við Emmu verður eisini skipað fyri eitt nú biografi og bingo umborð á ferðini.

- Týsdagin fara tey eina útferð til Mývatn, ið ikki minnir sørt um Bláa Lónið, sum vit kenna frá Reykjavíkarleiðini, greiðir Jákup Sverri Kass frá.

Umframt at baða í heitu keldunum við Mývatn, verður so eisini at vitja gongugøtu8na í Egilsstøðum, hagar farið verður mikudagin.

Norrøna liggur á Seyðisfirði í hálvt annað samdøgur, og ferðalagið býr umborð, meðan vitjað verður í Íslandi.

Ferðalagið verður aftur í Havn hósdagin.