Ætlanin var, at Connie Hedegaard skuldi leggja eitt avtaluuppskot fram á ráðstevnuni í Keypmannahavn seinnapartin, men tað bleiv av ongum, tí at menningarlondini vildu ikki góðtaka innihaldið í uppskotinum. Tað skrivar tíðindastovan Ritzau.
Danska kringvarpið segði seinnapartin, at Kina, India, Brasil og Bolivia høvdu funnist at arbeiðsháttinum hjá danska ráðstevnuformansskapinum.
Annars hevur Lars Løkke Rasmussen yvirtikið formansskapin á veðurlagsráðstevnuni, nú ríkis- og stjórnarleiðararnir skulu royna at semjast um eina avtalu.