Richard Schwartson
?We who cherish science should be careful to distinguish when we are doing science and when we are extrapolating from it, particularly when we are teaching our students.If it is science, that is to be taught, then teach science and nothing more. Leave the other discussions for a more appropriate time.?
(Vit sum hava vísindina kæra eiga at vísa varsemi, at vit skilja millum nær vit arbeiða innan vísindaliga økið, og nær vit ekstrapolera út um vísindaliga økið, serliga tá ið vit undirvísa næmingum okkara. Er tað vísind sum skal lærast, lær so vísind, og onki annað. Lat hinar spurningarnar hvíla til eitt meiri hóskandi høvi.)
Michael Ruse
?To go from a bacterium to people is less of a step than to go from a mixture of amino acids to a bacterium.?
Lynn Margulis
Vísindaligar arbeiðshættir
Endamálið við náttúruvísindi er á rationella hátt at granska og greina tað sum er. Við øðrum orðum, so er náttúruvísundi ein leitan eftir at skilja náttúruna, og at finna høpi og samanhang í fysiska heiminum. Onkur heldur kanska, at óneyðugt var við eini slíkari lýsing, tí soleiðis arbeiðir vísindin. Og kortini er vísindaligu arbeiðshættirnir ikki so óheftir, sum vit ofta hugsa. Kendi setningurin, at vit ?hava brillurnar aftanfyri eyguni? er eisini galdandi, tá eygleiða fysiska heimin. Vit gera okkara eygleiðingar frá einum framman undan valdum sjónarhorni, Við einum øðrum kendum setningi, hesaferð frá guðfrøðini, so er eisini innan vísindi galdandi, at ?vit mugu trúgva fyri at skilja?. Sjálvandi eigur ein slík trúgv at verða opin fyri broytingum, í ljósinum av seinni kanningarúrslitum. Tí er vísindi eitt rationelt virksissøki. Men vísindi er eisini eitt persónligt virkisøki, soleiðis sum enski vísindaspekingurin Michael Polanyi sigur í bókini Personal Knowledge, at vísindaligar eygleiðingar, metingar og niðurstøður verða gjørdar av fólki, sum eru lærd upp í vísindaligum arbeiðs-hættum, men kortini í stóran mun grundaðar á royndir hjá við-komandi, og á tað sum viðkomandi ?kennir á sær? er tað rætta (intuition).
Tá ið empiriskar eygleiðingar og granskingarúrslit verða tulkaði út frá nátúraliskiskum fortreytum, so verða niðurstøðurnar natúralistiskar. Hóast ein av stuðulsfólkunum hjá menningarlæruni, so sigur amerikanski professarin Michael Ruse kortini soleiðis: ?tað tykist sum at menn-ingarlæran hjá mongum mest av øllum minnir um eina sekulera (verðsliga) religión, og at menningarlæran sum eitt vísindaligt ástøði er vorðin natúralistisk á ein slíkan hátt, at hon vísir frá sær alt tað sum líkist undur-verkum ella tílíkum.?
Dawkins og replikatorar
Enski Cambridge-professarin í Quantum Physics, Dr. John Polkinghorne, sigur í bók síni ?Belief in God in an Age of Science?, at eins og tað var í post-Newtonsku ættarliðnum, har alt í ovfarakæti skuldi greinast mekanistiskt - eisini menniskjað - soleiðis roynir okkara ættarlið av lívfrøðingum at greina allar lívfrøðiligar gongdir og livandi verur sum framkomin genetisk tól, før fyri at nørast og liva víðari við framkomnum ílegum (genum). Oxford professarin Richard Dawkins er millum ídnastu talsmenn fyri hesi áskoðan. Hann er faðir at replikator-ástøðinum. Sambart Dawkins, so hava ílegurnar íbornar eginleikar at verja seg sjálvar, og hava eitt íborið aðalendamál - at yvirliva. Soleiðis málber Dawkins seg í bókini ?The Selfish Gene? viðvíkjandi replikatorum, at teir ?perhaps discovered how to protect themselves? (teir duga kanska at verja seg sjálvar) og at teir ?built survival machines for themselves to live in? (teir gera haldgóðar maskinur, sum teir kunnu yvirliva í og ígjøgnum). Løgið at Dawkins, sum er reduk-tionistur um ein háls, brúkar slíkar endamálsorðingar fyri replikatorarnar. Hugspekingurin Mary Midgley sigur eitt sindur skemtandi um orð Dawkins: ?Gen kunnu ikki verða sjálvsøkin (?selfish?) ella ósjálvsøkin, líka lítið sum atom kunnu verða øvundsjúk, elefantar abstraktir ella skipskeks teleologiskar.?
?The undreamt-og breakthrough of molecular biology has made the problem of the origin of life a greater riddle than it was before: we have aquired new and deeper problems.?
- Karl R. Popper
Kanadiumaðurin og arvagransk-arin Richard Lewontin sigur í bókini ?Biology as Ideology: The Doctrine of DNA?, at áskoðanir sum tær hjá Richard Dawkins og øðrum reduktionistum geva ílegunum ?ein nútímans farra av náði?. Høvuðsboðskapurin hjá Lewontin er, at áskoðanin um at ílegan er tann molekyleri heilin aftanfyri alt livandi, er vísindaliga og hugmyndaliga burturvið. Í summum lærubókum í lívfrøði verður ført fram, at ílegurnar eru tey ?vitugu? lívsmolekylini, ið eru før fyri at gera eggjahvítaevni, og avrit av sær sjálvum. Slík hugsan áleggur ílegunum eginleikar, sum Lewontin rópar ?a mysterious, autonomous power, that seems to place them above the more ordinary materials of the body? (eina dulda, sjálvstýrandi kraft, sum setur tær omanfyri hinar partar í kroppinum).
Vísindaliga vita vit, at ílegur gera ikki nakað av sær sjálvum, og tær taka heldur ikki avrit av sær sjálvum sum tað fellur teimum best. Fyri at eitt eggjahvítaevni skal verða framleitt í eini livandi veru, skulu nógvar samansettar gongdir samskipast í ymsum pørtum í kyknuni, soleiðis at tann informatiónin, sum liggur goymd í DNA streinginum í tí ávísu íleguni kann verða brúkt til at framleiða eitt ávíst eggjahvítaevni.
At leggja meiri týdning í ílegurnar enn tað sum er vísindaliga prógvað, er við orðum Michael Ruse, ?at extrapolera út um vísindaliga økið.?
?We emerge inevitably or by luck luck from the chipping of DNA by cosmic rays, chemical currents in the space, the bubbling of volcanic mud.? -
Dennis Overbye
Líknilsi um telduhvølpin
Lat okkum íklæða dagsins paradigmi um upprunan til lívið (paradigmi: tær ?brillurnar? ella ?hugsunarbygningur?, sum samfelagið sær heimin ígjøgnum. Eitt paradigmi-skifti fer fram, tá samfelagið sær heimin gjøgnum aðrar ?brillur?) í eitt líknilsi frá telduheiminum.
Upprunin til telduhvølpin:
Leivdir frá steinrenningum (fossilum) benda á, at lummahvølpar við 240 kilobytes av goymsluminni - prokariotiskar kyknur - vóru til, longu tá jørðin kølnaði.
Serligar og lagaligar umstøður gjørdu tað møguligt, at silikonflísar við streymrásum vórðu til (einfaldar ílegur). Hiti, møguliga orsaka av radioaktiviteti ella eldgosum ella av meteorum, sum raktu jørðina, fekk silikonið at bráðna, soleiðis at silikonflísar-nar vórðu myndaðar. Tilvildarligar skvettir frá bráðnaðum steinsløgum raktu silikonflísarnar, og harvið gjørdust streymrásir á silikonflísunum. Snarljós góvu streym til tann fyrsta proto-telduhvølpin, og onkursvegna hevði hann fingið 25 bytes av forritum í telduminnið (40-100 nukleotidir), sum gjørdu, at hann hevði eina ávísa nyttu. Battaríir (sum loyvdu sjálvstøðugari evnisbroyting) komu seinni. Tey fyrstu battaríini vóru jarn/sýru-battaríir, sum vórðu til í runuhyljum. Litiumbattaríini mentust nógv seinni.
Í dag hava vit bert ábendingar um telduhvølpar, sum eru mentir til ta støðið, sum vit hava teir í dag, við ymsum roknihættum og samansettum forritum. Hetta er orsaka av, at leivdirnar við steinrenningum av lumma-hvølpum enn eru so mikið ófull-komnar.
?Nobody understands the origin of life. If they say they do, they are probably trying to fool you.?
Ken Nealson