Tinhelludebattin
Pól Jespersen
cand. scient.
??????????????
Í Tinghelluni í vikuskiftissosialinum 27. og 28. november siga teir fýra, Richard Schwartson, Ejvind Mouritsen, Símun Absalonsen og Jens Andreassen, seg vilja leggja upp til kjak um spurningin um uppruna heimsins og ikki minst upprunan til sjálvt lívið. Yvirskriftin til greinarøð-ina er "Skapanarlæra mótvegis menningarlæru". Eg má siga sum er, at eg eri púra skelkaður av tí, hesir menninir skriva. Vita teir ikki betur, ella eru teir blindaðir? Longu tá ið tú hevur lisið fáar reglur, kennir tú á tær, at tú ert lumpaður, vavdur inn í eina missionerandi, manipulerandi roynd at "prógva", at einki skil er í vísindunum og at einasti møguleiki at skilja náttúruna er at postulera ein kreatør - ein skapara. Hetta prátið er langt av allari leið.
Vísindi og trúgv eru hvørt sítt. Longu í yvirskriftini fara teir 4 skeivir. Skapanarlæra kemur undir trúgv og menningarlæra er eitt ávegis ástøði at skilja tað yðjandi lív, sum jarðarknøtturin ber. Tað ber ikki til at seta hesi bæði upp sum mótsetningar, tí tey eru ikki sambærilig. "Vit síggja ikki Gud, líka lítið sum vit síggja elektronir, men bæði opna upp fyri víðu víddum veruleikans", siga teir fýra. Hetta er tvætl. Vísindini kunnu gera royndir við elektronum, at fáa sum mest at vita um henda løgna atombitilin, men tú kanst ikki við vísindaligum royndum prógva ella mótprógva, at ein skapari er til. Hetta er høpisleys tala.
Náttúruvísindini hava sett sær sum mál at royna at avdúka tær reglur, sum náttúran virkar eftir. Tað verður gjørt við serligum vællýstum vísindaligum arbeiðslagi. Tað stendur einum og hvørjum frítt at kanna eftir, hvat ið góð siðvenja er í hesum sambandi. Rættilig vísindafólk siga seg ikki vita nakran endaligan sannleika. Ivin er fremsti fylgisveinur hjá vísindafólki, sum vilja verða tikin fyri fult, eisini hjá Darwin.
Eg ætli mær ikki at kjakast vit teir fýra, tí tað ber ikki til at kjakast við fólk, sum vita svarini frammanundan, men eg vóni, at fólk, sum hava skil fyri vísindum, og serliga lívfrøði, fara at taka til orðanna ímóti tí, hesir fýra bera fram.










