Menningarhjálpin á skránna

Í døgunum 8.  10. september 2006 verður stór útimissiónsstevna í Nesvík

Stevna

Fríggjakvøldið 8. september fer løgmaður at seta stevnuna og grundin er m.a., at hann hevur uttanríkismál sum málsøki og harvið eisini menningarhjálp. Landsstýrið hevur hækkað stuðulin til menningarhjálp uppí 6 milliónir árliga og verður hann bæði brúktur til mennandi verkætlanir og vanlukkuhjálp.
Heimamissiónin hevur nú í nøkur ár arbeitt við menningarhjálp millum gøtubørn í Kiev, Ukraina. Tað eru hjúnini Jórun og Nurlan Malaikev, sum standa fyri arbeiðinum har. Í løtuni hava tey eini 6 hjálparfólk afturat sær, sum koma frá ymiskum londum, umframt Ukraina.
Í arbeiðinum millum foreldraleys børn og gøtubørn, er arbeiðið hjá Heimamissiónini eitt sokallað NGO (Non Govornment Organisation) arbeiði. Tað merkir millum annað, at tað er eitt humanitert og ópolitiskt arbeiði, sum verður gjørt fyri at hjálpa gøtubørnunum.
Tað nýggjasta tiltakið er, at Heimamissiónin hevur stovnað eina faddurskipan, sum vit nevna "Vónarbørn." Við faddurskipanini hevur tú møguleika at hjálpa nøkrum av hesum foreldraleysu børnunum.
Um tú ynskir at hjálpa ella fáa meira at vita, kanst tú fara inn á www.vonarborn.mission.fo.