Nú tá orðaskiftið aftur hevur tikið seg upp um, hvørt tað almenna Føroyar letur ov lítið í menningarhjálp, havi eg eitt hugskot.
Landsstýrið skal skriva niður til donsku stjórnina og biðja hana senda t.d. 10 mió.kr. beinleiðis til menningarhjálp av onkrum slag og taka peningin burturav blokkstuðulinum. So hava vit latið pening til menningarhjálp, og avsendarin er tann rætti, nevniliga danska fólkið.
Eg haldi tað vera ótrúliga dupultmoralskt av okkum at "reypa" av at vit lata menningarhjálp, tá ið tað eru donsku arbeiðskonurnar og arbeiðsmenninir sum hava sent peningin til okkara, tí at »vit ikki kunnu klára okkum uttan«.
Tað hevur ongantíð verið hildið at vera nakað serligt at geva gávur víðari.










