Tað er óseriøst at biðja um pengar uttan at vita, hvat peningurin skal brúkast til, sigur formaður Sambandsfloksins. Aðrir tinglimir í samgonguni eru samdir í, at framferðin er skeiv - Tað er óseriøst at biðja um pening úr landskassanum uttan at vita, hvat peningurin skal brúkast til.
Tað staðfestir Kaj Leo Johannesen, formaður í Sambandsflokkinum.
Og tað, sum hann sipar til, er ætlanina at gera eina menningarætlan fyri Suðuroy.
Í hesum sambandi hevur ætlanin verið at gera eina vakstraravtalu fyri Suðuroy, har Magni Laksafoss, búskaparfrøðingur og Jógvan Mørkøre, samfelagsfrøðingur skuldi gera eina kanning fyri vita, hvørjar vinnugreinar, tað kundi verið hóskandi at lagt dent á í Suðuroy.
Men teir báðir serfrøðingarnir duga ikki at síggja endamálið í at gera kanningina, fæst ikki samstundis vissa fyri, at ætlanin, sum teir fara at skjóta upp, verður sett í verk.
Tí meta teir, at tað er neyðugt at Landskassin og kommunurnar beinanvegin binda seg til at seta 50 milliónur krónur av til at seta ætlanina í verk fyri
Hergeir Nielsen, løgtingsmaður, hevur nú spurt landsstýrismannin í innlendismálum, hvussu gongur við at seta vakstraravtaluna í verk.
Men orðaskiftið í Løgtinginum avdúkaði, at hendan vakstraravtalan hongur í einum klønum tráði og tað má nú metast at vera meiri enn ivingarsamt um nakað yvirhøvur fer at spyrjast burturúr.
Tinglimir úr samgonguni vilja nevniliga hava, at teir báðir serfrøðingarnir gera kanningina fyrst, fyri at fáa fulla greiði á, hvørji vinnulig øki, tað er skilagott at leggja dent á í Suðuroy.
Kaj Leo Johannesen, formaður Sambandsfloksins hevur aldrin í lívinum hoyrt um, at ráðgevarar verða bidnir um at gera eina kanning, men at partarnir frammanundan skulu binda seg til betala fyri at seta úrslitið av kanningini í verk.
- Hetta er beinleiðis óseriøst, segði hann.
Eisini partamaður hansara, Johan Dahl, er samdur í, at kanningin skal gerast fyrst, so kann støða takast til restina aftaná.
Hendrik Old heldur eisini, at mannagongdin er skeiv.
- Tað er eitt løgið krav at seta landsins myndugleikum, at teir skulu binda seg til at fíggja tíggjutals milliónir, sama, hvat úrslitið av kanningini verður og tað fer Løgtingið aldrin at góðtaka.
Men eisini Hergeir Nielsen helt, at tað er eitt skilagott sjónarmið, at gera kanningina fyrst fyri at fáa greiði á, hvørjir møguleikar eru, áðrenn landið játtar pening til at seta ætlanina í verk.