Mennandi leikir

Oddagrein

 

Føroyingar klára seg væl í fleiri ítróttargreinum í Oyggjaleikunum á Oynni Man, og tað fegnast allir føroyingar um Sjálvt tey, sum kanska ikki hava so stóran áhuga fyri ítrótti, fylgja við í útvarpi og sjónvarpi í stórum spenningi og fegnast, tá føroyingar vinna, fáa silvur ella bronsu-heiðursmerki.


Seinast vóru Føroyar nummar sjey, men enn er ov tíðliga at siga, hvat nummar Føroyar verða í ár. Í summum førum er gingið verri enn roknað varð við, t.d. í fimleiki hjá kvinnum, og í øðrum kappingargreinum er gingið betur, t.d. í kvinnufótbolti. Men gongdin higartil bendir á, at heiðusmerkini kanska ikki verða so nógv sum seinast.


Annars skulu vit ikki stara okkum blind at heiðursmerkjum. Tað er sjálvandi stuttligt hjá bæði ítróttarfólkum og øðrum við, at føroyingar vinna. Men vit skulu ikki gloyma, at tað er ein fragd at vera við, og tað at verða tikin út til kappingar er í sjálvum sær eitt avrik og eitt álit.


Í yvirlitinum síggja vit, at umboðini fyri bretskar oyggjar, ella har bretska árinið er stórt, fáa tilsamans rættiliga nógv heiðursmerki. Hetta kemst serliga av tí, at hesi vinna nógv heiðursmerki í einstaklingakappingum, segði leiðarin fyri føroyingarnar, sum kappast í greinum innan frælsa ítróttin.


Í hesum sambandi vísti hann á, at millum ungar føroyingar er stórur áhugi fyri at renna. Eini 1000 ung vóru við í kappingum ífjør, men so legði hann afturat, at umstøðurnar at íðka frælsan ítrótt í Føroyum eru ikki nóg góðar. Í sjálvum høvuðsstaðnum er t.d. eingin rennibreyt.


Og so koma vit til tað: tað skerst ikki burtur, at tað var út av lagi illa atborið, at ein rennibreyt ikki varð gjørd við Tórsvøll. Mótstøðufólkini siga, at áskoðararir sita so langt burtur ífrá, tá fótbóltsdystur er, og at stemningurin tí ikki verður tann rætti. Viðhaldsfólk siga hinvegin, at tað er nakað tvætl, tí tað snýr seg um einar 2-3 metrar afturat.


Vit hava í dag eitt stadionøki í Gundadali, har ónatúrliga nógv virksemi er, og sjálvandi skulu frælsi ítrótturin eisini havt síni øki og breytir har. Tað var jú eisini ætlanini sambært teimum fyrstu tekningunum til eitt stadionøki, sum eru frá miðskeiðis í farnu øld.


Øll eru ikki líka kring til fótbólt og handbólt, og tað er heilt givið, at vit kundu havt nógv fleiri íðkandi innan frælsa ítróttin, um umstøðurnar vóru betri, og um skúlarnir gjørdu meiri við tann partin. Vit mugu ikki gloyma, at vit skulu eisini hugsa um breiddina ítrótti, kanska fyrst og fremst, siga summi, tí úr breiddini koma úrvalsíðkararnir


Ítróttur er sunnur og er mennandi fyri kropp, sál, felagsskapskenslu, einstaklingin og samfelagið sum heild og tí má samfelagið kenna sínar skyldur. Tað verður eisini gjørt í ávísan mun, men eitt størri arbeiði kann gerast. Men tit, sum hava vunnið: tillukku, og so mugu vit vóna, at tað gongst føroyingunum væl í teimum greinum, sum eftir eru.