Mennandi at verða í starvsvenjing

Praktikanturin í Miðlahúsinum hevur framleitt eina kykmynd um tríggjar praktikantar

Praktikanturin, sum er í starvsvenjing í Miðlahúsinum hevur áður royndir frá filmsskúlanum "Nóllywood", og tað hevur 15 ára gamli Árni Laksáfoss Simonsen gagnytt til fulnar.

 

Í sínari fyrru viku í starvsvenjing í Miðlahúsinum hevur Árni Laksáfoss Simonsen framleitt eina snøggað kykmynd - ella stuttfilm - sum hann hevur tikið upp, klipt og redigerað sjálvur.

 

Í filminum, sum er tríggjar minuttir og 49 sekund til longdar síggja vit tríggjar praktikantar, sum eru í starvsvenjing. Talan er um Bóas Sore Marjunarson, sum er í starvsvenjing á Landssjúkrahúsinum, Emma á Dunga, sum er í starvsvenjing hjá Advokatfelagnum yviri við Strond í Havn, og Teitur Debess Olsen, sum er í starvsvenjing í Keypsamtøkuni í Havn.

 

Talan er um næmingar, sum ganga í skúlanum á Argjahamri á Argjum. Tey eru øll nøgd við starvsvenjingina, sum hevur verið mennandi fyri tey. 

 

Kykmyndin kann síggjast við at trýsta á svarta pílin á myndini ovast.