Menna nýggja vinnu

Føroyingar hava luttikið í fleiri áhugaverdum vinnutiltøkum í seinastuni, ið hava til endamál at fjøltátta framtíðar vinnulívið her á landi. Talan snýr seg um royndirnar at menna eina føroyska oljuvinnu. Hóast olja ikki er funnin, hevur virksemið í sambandi við leiting longu givið samfelagnum inntøkur og hevur gongdin verið við til at førleikamenna vinnulívið til at kunna taka ímóti hesi nýggju avbjóðing.

Ì farnu viku var altjóða ráðstevna í Aberdeen, har eisini føroyingar vórðu við. Tað var nýggi stovnurin SamVit, sum skipaði fyri og sum harvið eisini slapp at royna seg á oljuøkinum fyri fyrstu ferð. Frammanundan hevur Menningarstovan við táverandi ágrýtna og skilagóða stjóranum staðið fyri slíkum ráðstevnum. Nú verður so traðkað víðari í hansara fótafetum og kunnu vit bara bera nýggju leiðsluni á hesum týðandi stovni góða eydnu. Vit ivast ikki í, at hon verður før fyri at taka sær av hesi avbjóðing, sum er partur av framtíðar ætlanunum at fjøltátta føroyska vinnulívið.

 

Í hesi vikuni hevur verið enn eitt føroyskt oljutiltak í Bretlandi, hesaferð í hjartanum á fíggjarheiminum, London. Faroe Petroleum og føroyska sendistovan vórðu karmur um kunnandi tiltak um Føroyar sæð frá einum oljuligum sjónarhorni. Umboð fyri fíggjarheimin vórðu boðin til fyrilestrar og sosiala samveru, har eitt nú landsstýrismaðurin í mentanarmálum og umboð fyri Jarðfeingi greiddu frá oljutilgongdini. Endamálið við hesum tiltaki var umframt at seta fokus á virksemið hjá Faroe Petrolum eisini at fáa altjóða fíggjar- og íløguheimin at venda eyguni móti Føroyum.

 

Leita vit nakrar vikur aftur, so var stórt virksemi í Føroyum, har umboð fyri oljufeløg og myndugleikar eitt nú settu út í kortið komandi útbjóðing. Og fara vit so frá landjørðini til havs, so er eisini nakað við at henda har. Ì løtuni vera seismiskar kanningar gjørdar á landgrunninum. Og umborð á boripallinum, Transocean Rather, sum hevur borað hinumegin markið í skjótt eitt ár, eru tey so smátt farin at rigga av og gera seg til reiðar til eina nýggja uppgávu, nevniliga at bora fyri BP, Shell og Anadarko á føroyska landgrunninum.

 

Jú sigast má, at tað grør um gangandi fót. Nógv jørn eru í eldinum, og um nakrar mánaðir fáa vit at vita, hvussu boringin á landgrunninum hevur gingist. Hastverk er lastverk verður tikið til. Og tolin trívst. Vit kunnu bert sanna, at leitingin eftir kolvetni hevur sett nógvar ringar í vatnið, givið inntøkur til samfelagið og hevur skapt áhuga hjá føroyingum at útbúgva seg innan hetta nýggja vinnuøkið, men um somu tíð kunnu vit kanska fegnast um, nú samfelagið er so upphitað, at ein verulig oljumenning við nógvum virksemi liggur nøkur ár frammi í tíðini.

 

Sosialurin