Myndugleikarnir í Saudiarabia hava sett sær fyri at menna landsins fiskivinnu, og teir ætla eisini at gera íløgur í alivinnuna. Tað fekk ein donsk sendinevnd, sum júst hevur vitjað landið, at vita.
Saudiarabar fiska í Persiska Flógvanum, og teir hava eisini nakað av ídnaðarfiskiskapi í Reyðahavinum. Teir ætla at gera íløgur í báðar vinnurnar, men hava samstundis sett sær fyri at gera meiri burtur úr alivinnu. Eitt nú er eftirspurningurin eftir rækjum úr heitum sjógvi vaksin nógv, og tað ætla saudiarabar at fáa gagn av.
Donsku umboðini, sum vóru í Saudiarabia, halda, at donsk ídnaðarvirkir, sum gera útgerð til fiski- og alivinnu, kunnu fáa nógv burtur úr saudiarabiska marknaðinum. Danska verksmiðjan Carnitech hevur longu bygt eitt stórt nútímans rækjuvirki í landinum.