Menna Føroyar við fínum mati

Landsstýriskvinnan í vinnumálum sær stórar møguleikar í eini veruligari matvøruvinnu í Føroyum og tí vil hon menna kokkaskúlan í Klaksvík og gera hann til eitt stovn til at menna fínan, føroyskan mat

- Er tað nakað, vit eiga at gera í Føroyum, er tað at gera fínan mat, sum kann seljast til allar okkara gestir.

- Tað segði Bjørt Samuelsen, landsstýriskvinna í vinnumálum, tá ið fíggjarlógin var til viðgerðar í Løgtinginum.

Hon sær matvøruvinnuna sum eina sjálvsagda vinnu at menna í Føroyum, nú vit tosa um at fjøltátta okkara vinnulív, eitt nú at menna ferðavinnuna.

Tí skjýtur hon upp, at vit menna kokkaskúlan í Klaksvík og gera hann til ein veruligan stovn sum skal menna fínari matgerð í Føroyum og fínari matvøruframleiðslu.

- Hann skal verða ein miðdepil fyri matlist í Føroyum, legði hon afturat.

- Tí er tað rætt at menna kokkaskúlan í Klaksvík til at útbúgva kokkar og tænarar, sum kunnu arbeiða á teimum heilt fínu matstovunum, tí ferðafólk gjalda fegin fyri fínan mat, tí tað er eitt tað týdningarmiklasta fyri ferðafólk.

Hon sigur, at tað er ein stórur trupulleiki, at tað gongst so illa hjá okkara matstovuvinnu at fáa væl útbúnar kokkar og tí eiga vit at menna kokkaskúlan.

- Vit hava allar møguleikar, tí vit hava eitt reint umhvørvi og vit hava ótrúliga góða rávøru og í Klaksvík hevði ein matvørustovnur ligið væl, tí har er nógv fiskivinna.

Fleiri politikarar úr fleiri fólkum tóku fult undir við hugskotinum um at menna ein veruligan matvørudepil.